Nærri Pluto enn nakrantíð áður

NASA hevur í dag kunngjørt nýggjar myndir av Pluto, ið eru av kanningarfarinum New Horizon, ið um miðjan juli framvið Pluto í eini fjarstøðu frá 68.000 kilometrar.
Longu tá vórðu fleiri myndunum, ið kanningarfarið tók, almannakunngjørdar og vaktu tær ans um allan heim.


Vegna longu fjarstøðuna millum jørðini og New Horizon tekur tað sína tíð at fáa hendur á øllum myndunum, men í dag almannakunngjørdi amerikanski rúmdarstovnurin fleiri nærmyndir av Pluto, ið tey loksins hava fingið fatur á.


Á myndunum ber til at fáa eina munandi betri fatan av, hvussu Pluto í veruleikanum sær út. Sjálvar myndirnar eru tiknar frá eini fjarstøðu á 17.000 kilometrar við eini serligari stjørnukikaralinsu.


- Hesar myndirnar geva okkum eitt hugtakandi og klárt innlit í jarðfrøði hjá Pluto, sigur Alan Stern, ein av granskarunum knýttur at New Horizons-verkætlanini.


Ferðin hjá New Horizon byrjaði í januar 2006, og hevur hon battarí nokk til at halda fram í síni ferð til 2030. Mett verður, at NASA ikki fær fatur á øllum myndunum frá kanningarfarinum fyrr enn einaferð í 2016.


Pluto varð uppdagað í 1930 av tá 26 ára gamla Clyde Tombaugh. Leingi varð mett, at Pluto var níggjunda og uttasta gongustjørnan í okkara sólarskipan, men í 2006 varð avgjørt, at Pluto ikki longur kundi metast, at vera ein gongustjørna.


Pluto var annars tann seinasta av teimum klassisku gongustjørnunum, ið USA ikki hevði kannað, og við myndunum er USA fyrsta land í heiminum, ið hevur gjørt kanningararbeiða av øllum teimum klassisku gongustjørnunum í okkara sólarskipan.