Nærkast til fráferðina hjá havrógvarunum

Róð verður nátt og dag fyri at náa Føroyar.

Átta menn byrja í morgin eina heldur serliga ferð til Skotlands. Fyri framman bíðar ein serligt bygdur havbátur, ið teir skulu rógva allan vegin til Føroyar.


Tað eru Livar Nysted og Leven Brown, ið standa fyri tiltakinum.


Óvist er nær loyst verður frá landi í Skotlandi, men um alt gongur væl, so verður longu loyst frá landi í annaðkvøld, boða fyrireikararnir frá á teirra Facebook bólki í kvøld.


Ferðin, ið hevur fingið heitið Kiltið 2015, er mett at taka umleið 4 til 7 dagar.