Føroyski fólkaskúlin nærkasr endanum.
Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.
Í Skúlablaðnum vísir hann á, hvussu játtanin til skúlaverkið er skorin inn á bein, men hann fegnast kortini um, at nú er lagt upp fyri, at játtanin kortini skal hækka við somu upphædd, sum lønir og eftirlønir hækka. Annars hevði staðið enn verri til.
- Tað er sjálvandi eingin náttúrulóg, at játtanin skal hækka. Tað er bara tað, at virksemið í fólkasjkúlanum økist, og økt virksemi skal fíggjast so ella so.
- Tá karmarnir eru so trongir sum nú, so er áneyðugt at tálma útreiðslunum, men samstundis er stórur vandi fyri at køva hvønn neista, sigur Herálvur Jacobsen.
Hann sigur, at hetta sæst eisini aftur í fleiri av álitunum, sum seinnu tíðina eru gjørd, tí har eru orðingarnar varligar, og lítið víðskygdar, tí fíggjarlig fyrilit hava skert flogið.
Hann sigur, at hjá Lærarafelagnum hevur tað higartil verið sjálvsagt at vísa á gongdar leiðir, sita tey nú við eini eini kenslu av at tey fáa alt aftur í gráum kálvskinni.
- Tí í veruleikanum kunnu vit fáa tað, sum vit vilja hava, bara vit rinda tað sjálvi, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
Hann sigur, at tað ber til at fáa tímar til orðblindalærarar og støddfrøðivegleiðarar, fleiri tímar í alisfrøði og svimjing, og til aðrar avgjørt neyðugar uppgávur, men fíggingin skal finnast innan fyri somu játtan. Og tað merkir aftur, at lærarar skulu undirvísa størri part av arbeiðstíðini, og at minni tíð verður til felags ráðlegging, foreldrasamstarv og tiltøk saman við næmingunum.
Herálvur Jacobsen sigur, at á kunningarferð, sum umboð fyri Mentamálaráðið vóru í skúlum kring landið fyrr í ár, kom tíðliga fram, at skerjingarnar nú av álvara tálma fjøltáttaða virkseminum í fólkaskúlanum.
- Seturskúli, sum hevur verið afturvendandi tiltak hjá øllum skúlum, er nú rættiliga avmarkaður.
- Eftir øllum at døma meta tey í Mentamálaráðnum seturskúla sum óneyðugt framíhjáputl, men øll onnur vita, at bæði fyrireikingin til ferðina og ferðirnar eru sera mennandi fyri einstaka næmingin og flokkin, og hjá teimum flestu verða goymdar sum góð minni restina av lívinum. Á
- Eingir tímar eru til verkætlanir í yngru flokkunum. Í Mentamálaráðnum hugsa tey í sínum vísdómi, at nóg tíðliga er at læra verkætlanararbeiðsháttin í 9. Flokki, heldur formaðurin
- Og soleiðis heldur niðurbrótingin av fjøltáttaða fólkaskúlanum fram. Men hetta er vilji løgtingsins.
- Tað verður ikki longur tosað um fólkaskúlan sum aðaltáttin í menningini av einum fólkaræðisligum samfelag. Nei, fólkaskúlin er ein kabal, sum skal fáast at ganga upp, við sviki um neyðugt, sigur Herálvur Jacobsen í Skúlablaðnum.










