Men eginognin er framvegis negativ – minus 110 milliónur krónur.
Rakstrarroknaskapurin fyri P/F Næraberg í Klaksvík fyri 2013 vísir eitt yvirskot upp á 9,5 milliónir krónur, sum er munandi frægari, enn árið fyri, tá hann vísti eitt hall upp á góðar 4 milliónir krónur.
Felagið hevur havt fleiri tung ár, eitt nú var hallið í 2009 oman fyri 32 milliónir krónur. Alt hetta hevur ført til, at eginognin hjá felagnum langt síðani er burtur, og er hon negativ við 110 milliónum krónum.
Leiðslan sigur í leiðslufrágreiðingini, at lánveitarin hevur játtað at tryggja felagnum neyðuga fígging til at halda fram við virkseminum í minsta lagi í eitt ár afturat, og tí verður roknskapur gjørdur við framhaldandi rakstri fyri eyga.
P/F Næraberg selur so at siga alla sína vøru til útlandið, og tí er felagið í stóran mun ávirkað av gongdini í altjóða búskapinum – serliga tí evropiska, sigur leiðslan.
– Henda váða leggur felagið stóra orku í alsamt at minka við at finna keyparar í ymsum londum fyri ikki at gerast bundin av fáum keyparum.