Tað verður neyvan fyribils, at skúlanæmingar og lesandi í Føroyum fáa neyvan sín egna prest.
Tað skilst á Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum
Hanna Jensen, sum herfyri sæt á tingi fyri Framsókn, hevur spurt hann, um nøkur ætlan er um at seta ein prest, sum burturav skal tænasta næmingum og lesandi í Føroyum.
Hon vísir á, herfyri vísti ein kanning í 9. flokkunum í Føroyum greitt, at næmingarnir hugsa nógv um lívsins stóru spurningar. Ein kanning á Studentaskúlanum í Hoydølum í bendi eisini á, at ein ávísur tørvur er á einum presti til tey, næmingar og lesandi
- So leingi eitt samfelag hevur eina almenna fólkakirkju, kann vera skilagott at spyrja, um tænastan er, har fólkið er, staðfestir Hanna Jensen.
Bjørn Kalsø sigur, at hann veit, at tørvurin á presti, ið so ella so virkar við ungfólki burturav, hevur verið umrøddur fleiri ferðir í fólkakirkjuni. Men honum vitandi eru ikki ítøkiligar ætlanir um at fremja slíka nýskipan.
Áðrenn ein slíkur prestur kann setast, skal landsstýrismaðurin góðkenna starvið.
Ein slík tilgongd at fáa starvið góðkent, hevði byrjað við, at landsstýrismaðurin hevði ásett reglur fyri mannagongdunum, tá presturin verður settur í starv.
Tað hevði hann gjørt eftir tilmæli frá biskupi, og eftir ummæli frá prestafelagnum og felagnum fyri kirkjuráðslimir.
Eitt, sum tað er neyðugt at taka støðu til í hesum sambandi, er, hvussu kallingin eigur at verða skipað, tí einki kirkjuráð hevði natúrliga umboðað tey, sum presturin skuldi virkað ímillum.
- Er semja um at seta slíka skipan í verk, og seta Stiftsstjórnin og Løgtingið sær fyri at útvega fíggingina, nýtist tað ikki meira enn á leið eitt hálvt ár at gera hana til veruleika, sigur Bjørn Kalsø.










