Næmingar hava konsert í Miðvág

Í dag, týsdagin, verður konsert í Auluni í skúlanum í Miðvági.

 Á konsertini, sum verður klokkan 17, verða eisini prógv handað.

 

Hetta verður ein orkestur konsert har ið allir fýra bólkarnir sum eru virknir í Musikkskúlanum í Vágum, fara at spæla.

 Talan er um Næmingaorkestrið, Ungdómsorkestrið, kórið, Tónar, og Poppbolkurin.

 

Tey, sum fáa prógv á konsertini, eru teir næmingar, sum vóru til próvtøku hjá The Assosiated Board Royal Schiils of Music, sigur Musikskúlin í Vágum, sum eisini eigur myndina.