Høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum var stórur, 3,4 miljónir krónur. Men, tað gongur bara einki serligt hjá teimum, sum fáa fulla plátu og sleppa ígjøgnum, at vinna burtur av miljónunum, sum spælt verður um.
Í kvøld var tað Nadya Joensen, sum ringdi av Tvøroyri, ið fekk fulla plátu, slapp ígjøgnum og slapp at snara gekka-hjólinum. Hon gjørdi av at deila vinningin í trý, soleiðis at 1,2 miljónir krónur vóru í hvørjum av teimum trimum leypunum.
Men, tað var ikki fyrr enn í triðja og seinasta drátti, at hon var nær við at gerast miljóningur, tá gekka-hjólið akkurát streyk fram við tí eina leypinum og steðgaði í rúminum beint við síðuna av leypinum.
Í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið Nadyu Joensen 75.000 krónur. Hon var ikki í iva og vildi royna eydnuna aðru ferð. Hesaferð steðgaði hjólið á 12.500, sum faldað við trý hevði givið henni 37.500 krónur.
Tað var, sum áður nevnt, í triðja og seinasta drátti, at tað var um reppið, at hon fekk tær 1,2 miljónir krónurnar, men tíverri eydnaðist tað heldur ikki hesaferð. Vinningurin hjá henni í kvøld gjørdist tískil 12.500 krónur.
- Hetta er fínt, segði Nadya Joensen og tóktist ikki serliga vónbrotin. Hon fekk fulla plátu, slapp ígjøgnum og royndi tað, hon kundi, men tað bar ikki á mál hjá henni í kvøld, tíverri.











