Á framsýningini eru 26 verk, øll frá í heyst.
Í mun til fyrstu framsýningina, har einasta tøknin var akryl, er spennivíddin hesa ferðina størri. Tey nýttu tøknini, olja, kol og tusj, eru øll samansjóðaði í ymsum samansetingum. Tað nýtta tilfarið hevur ment seg frá lidnum til sjálvgjørt tilfari, líka frá løriftum og rammum til sjálva oljumálingina, ið er tilvirkað av litevnum og olju, eins og tey gjørdu í Miðøld. Tað er eisini í tí sjálvgjørda, at tað serstaka er í hesi framsýningini, allar plátur og rammur eru gjørdar úr óruddi funnið í Havnar gøtunum.
Menniskjan verður sett í miðdepilin í hesi framsýningin, menniskjakroppurin, skapið av kroppinum og kenslunum, sett í ymsk umhvørvi. Av hesum er úttrykki skiftandi, sensuelt, óneyvt og mjúkt ella hart og ágangandi ? bæði í formi og liti. Í møtuni millum hesi verður rúmd og dynamikkur skapaður.
Nadia er fronsk og fødd í 1971 í Lund í Svøríki. Fyri hálvum øðrum árið síðani segði hon seg úr starvið sum lærari og flutti til Føroyar at mála. Hon hevur verið við í trimum felagsframsýningum: Tvær í Svøríki og eina í Havn. Listarliga virksemi hennari hevur áður fyrst og fremst verið innan sjónleik, sum sjónleikari t. d. á Malmø-listastevnuni, men m. a. eisini sum model fyri modernaðum svenskum listafólkum og í reklamum, og sum upplesari á Malmø Altjóða Yrkjarastevnuni.
Framsýningin letur upp kl 12 í dag, og er opin hvønn dag frá kl 12 til 18 til týsdagin tann 11. desember.










