Heimsins nr. 5 og tvífaldi meistarin í Wimbledon, Rafael Nadal, er longu útsligin úr víðagitnu gras-tenniskappingini, sum byrjaði í dag. Hann tapti púra óvæntað 6-7, 6-7, 4-6 ímóti belgiska Steve Darcis, sum er nr. 135 í heiminum.
Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Rafael Nadal hevur tapt 1. umfar í eini Grand Slam-kapping. Hann hevur annars verið sera væl fyri í ár og vunnið heilar sjey kappingar. Nadal tóktist vera darvaður av skaða undir vinstra knæi, sum hevur darvað hann áður.
Í Danmark fegnast tey annars um, at Caroline Wozniacki hevur spælt seg víðari til 2. umfar. Hon vann trygt 6-0, 6-2 ímóti Estrella Cabeza Candela úr Spania.