Nadal í essinum

Amerikanarin Andy Roddick hevði ongan møguleika í fjórðingsfinaluni í US Open í New York í gjárkvøldið, tí mótstøðumaðurin, spaniumaðurin Rafael Nadal, var omaná longu frá byrjanini. Nadal vann tey trý settini greitt við 6-2, 6-1 og 6-3.

 

Við sigrinum legði Nadal lunnar undir ein sera spennandi enda á ársins US Open, tí teir fýra spælararnir, sum eru eftir til hálvfinalurnar, eru júst teir, sum eiga fýra tey ovastu plássini á heimsstyrkilistanum.

 

Í aðrari hálvfinaluni møtast Novak Djokovic og Roger Federer og í hinari Rafael Nadal og Andy Murray.