NAB heldur fram sum higartil

Allir teir aktivitetir, sum Norðuratlantsbólkurin hevur sett í verk, halda ótarnaðir fram, sjálvt um Lars Emil Johansen nú er farin úr bólkinum, sigur Høgni Hoydal

Tað fær onga ávirkan á Norðuratlantsbólkin sum so, at Lars Emil Johansen nú hevur valt at taka seg úr bólkinum.

- Politisku viðurskiftini í Grønlandi eru so nógv broytt eftir valið, og Siumut og IA liggja nú í hvør sínari legu, og hava ilt við at samstarva, sigur Høgni Hoydal.

Hann viðgongur, at tað sjálvandi kann síggja eitt sindur løgi út, at bert tveir fólkatingslimir eru í einum bólki, men vísir á, at talan langt frá er um eitt eindømi á Fólkatingi.

- Tað kann eisini vísa seg at gerast ein fyrimunur, at vit nú bert eru tveir flokkar í bólkinum í staðin fyri tríggir. IA er jú systirflokkur hjá okkum, og vit hava mest sum eins floksskráir, so vit hava somu áhugamál, sigur Høgni Hoydal.

Bólkurin minkar sjalvandi í vavi, og arbeiðsorkan minkar nakað, men føroyski fólkatingslimurin sigur, at limirnir í Norðuratlantsbólkinum alla tíðina hava havt síni egnu starvsfólk.

- Eg havi ein fastan skrivara, og í løtuni hjálpa tvey lesandi til nakrar tímar um vikuna, og tað er tað sama hjá Juliane Henningsen, sigur Høgni Hoydal.

Grønlendski fólkatingslimurin hjá IA er júst vald til næstforkvinnu í flokkinum.

 

Heldur fram

Upprunaliga fekk Norðuratlantsbólkurin undantak frá formansskapinum, og tað undantakið heldur fram, sjálvt um bólkurin nú er minkaður við einum limi.

- Vit halda fram við ætlaðu kanningunum og tiltøkunum sum framman undan, og politiska inihaldið í bólkinum er framvegis tað sama. Fyri framman liggur ein kanning av búskaparligu viðurskiftunum millum Danmark, Føroyar og Grønland, og hvat tað kostar, at vit ikki hava okkara egna uttanríkispolitikk, sigur Høgni Hoydal.

Av øðrum aktivitetum fyri framman eru framhaldandi kanning um hví føroyingar ikki flyta heim aftur, og so stendur eisini stóra veðurlagsfundurin í Keypmannahavn í desember á skránni.

- Vit vilja fegin varpa størri ljós á júst veðurlagsfundin, og har fer tíðin longu so smátt at renna undan, sigur Høgni Hoydal.

Eisini samstarv um nevndarsessir heldur fram sum higartil, og málið hjá formanni Tjóðveldis er framvegis hitt sama.

- Eg vóni sjálvandi, at allir føroyskir og grønlendskir fólkatingslimir eisini gerast limir í Norðuratlantsbólkinum, men til tað hendir halda vit fram í samstarvinum við IA, sigur Høgni Hoydal, fólkatingslimur.