na

Stórur partur av Klaksvíkini hevur mist vatnið, tí knappligt brot er komið á eina høvuðsvatnleiðing.

 

 

Í morgun boðar Klaksvíkar kommuna frá, at ein stórur partur av Klaksvíkini - øll eystursíðan og partur av vestursíðuni - hevur mist vatnið.

 

Men, tað eru eisini onnur øki í kommununi, sum hava mist vatnið, eitt nú Ánirnar, Norðurhavnin og Norðoyri.

 

Orsøkin til, at skrúvað er fyri vatninum í hesum økjum, er knappligt brot á høvuðsvatnleiðingini við Ánagjógv.

 

- Arbeitt verður í løtuni við at umvæla skaðan, sum er komin á høvuðsvatnleiðingina, siga tey í Klaksvíkar kommunu í morgun.