Flóvin Eidesgaard
Keypmannahavn, eisini politiskur eygleiðari
????
Í mest lisnu grein (sambært heimasíðuni) í Sosialinum hósdagin, har Finnbogi Ísakson sigur seg fylgja við í politikki burturi og heima, viðger hann formansvalið hjá Socialdemokraterne.
Finnbogi kemur við fleiri pástandum, sum eg noyðist gera viðmerking til. Fyri tað fyrsta er hann ónøgdur við mátan, formansvalið er framt uppá. Og fyri tað annað er hann eisini ónøgdur við úrslitið, at tann á Christiansborg spildur-nýggja Helle Thorning-Schmidt vann á tí roynda Frank Jensen.
Fyrsta brotið, sum er púra burturvið, er hetta:
?Donsku sosialdemokratarnir vóru so ósamdir, at fyri fyrstu ferð í søgu floksins vóru teir ikki førir fyri at velja formann á vanligan hátt, tvs at tingmanningin og floksleiðslan gjørdu spurningin av. Í staðin sendu teir bóltin víðari til limirnar í øllum valfeløgunum í Danmark. Fyri at káva útyvir sín egna veikleika kalla teir hetta so sera, sera demokratiskt, hóast veruleikin er, at tað var ómegd, sum førdi til henda valhátt."
Hetta er nakað forferdiligt møsn. Poul Nyrup Rasmussen feldi Svend Auken á landsfundi, men eftir tað varð flokslógin broytt longu fyri næstan tíggju árum síðani soleiðis, at formaðurin vanliga verður valdur við uratkvøðu millum allar limirnar. Tað var soleiðis eitt ynski um at velja formann við uratkvøðu, og sum einki hevði við hetta formansavalið og hesi valevnini at gera. Mogens Lykketoft varð valdur til formann eftir somu reglum sum Helle Thorning-Schmidt, men tá var einki annað seriøst valevni, og tí fekk Lykketoft næstan allar atkvøðurnar á landsfundinum, og fyri at sleppa undan óneyðugum kostnaðarmiklum uratkvøðum, m.a. tá formaður-in skal afturveljast, varð ásett, at um einans eitt formansvalevni var ella um ein fekk 75% av atkvøðun-um á landsfundinum, varð uratkvøðan av ongum. (Flokslógin hjá Socialdemokraterne, § 12, stk. 10. Hygg t.d. á heimasíðuna.)
Síðani sigur Finnbogi, at 8000 nýggir limir av 51000 eru komnir uppí flokkin, og at teir bara eru komnir fyri at stuðla Helle, og helst ikki er socialdemokratar, og tískil ikki hoyra heima í flokkinum.
Til hetta er at siga, at limatalið er nærri 52000 (51815 høvdu valrætt) og veksur framvegis nú formaðurin er valdur, og at talið av nýggjum limum er nærri 4000. Harumframt byrjaðu nýggir limir at melda seg inn í stórum tali longu tá fólkatingsvalið varð útskrivað, politiski áhugin er jú størst tá val er, og tá var heldur eingin sum visti, at nýggjur formaður skuldi veljast, og ein tíð gekk eisini áðrenn tað gjørdist alment kent, at formaðurin skuldi veljast við uratkvøðu. Kann man vænta, at vanligir danskarar kenna flokslógina hjá Socialdemokraterne, tá politiski eygleiðarin (burturi og heima) Finnbogi Ísakson ikki ger?
Tað býttasta hjá Finnboga er tó niðurstøðan: "Soleiðis kann man gera tað lort - av berum klandri og yvirdemokratisering."
Tað er væl skiljandi, at Finnbogi Ísakson hevur samkenslu við tí roynda Frank Jensen, sum varð skúgvaður til viks av tí yngru Helle Thorning-Schmidt, hann kann kanska seta seg inn í støðuna, men at siga at Socialdemokraterne hava gjørt tað lort er púra burturvið.
Enn er ov tíðliga at gera niðurstøðu um, hvussu Helle Thorning-Schmidt fer at roynast, men eg eri so ein sum væntar, at Helle Thorning-Scmidt fer at gerast ein góður formaður fyri Socialdemokraterne. Í fleiri ár havi eg væntað, at góðir møguleikar vóru fyri at tað fór hon at gerast. Hevði kanska ikki væntað tað longu nú.
Eg havi persónliga, tá eg í 1999 arbeiddi á einum projekti hjá Cowi Consult fyri SiD (Specialarbejderforbundet i Danmark) viðvíkjandi eftirlønarviðurskiftum tosað við nógvar klassiskar kjarnuveljarar hjá Socialdemokraterne. Hetta var fáar mánaðir eftir at Helle Thorning-Schmidt varð vald í ES-tingið og fyrstu ferð varð frammi sum politikari. Serliga minnist eg, tá eg var úti í kolonihavekvarterunum í Sydhavn (í Louis Pios Gade, sjálvandi), hvussu fólk, sum kendu Helle, og tað gjørdu tey flestu, róstu henni fyri bæði politikk og persónligheit, hóast hetta ikki var evni eg skuldi tosa við tey um. Tað var so markant, at eg legði mær tað í geyma. Eg havi tí eisini fylgt eitt sindur við, hvussu hevur gingist hjá henni. Og sum eitt úrslit fekk hon til fólkatingsvalið í februar í minsta lagi eina persónliga atkvøðu, sum var brævatkvøða úr Tórshavn.
Hetta er tann persónurin, sum nú í tveir mánaðir hevur ført formansvalstríð runt Danmark og hevur hitt 15-20.000 limir hjá flokkinum. Socialdemokraterne hava valt, tí teimum dámar tað teir sóu og hoyrdu.