So fór hann um sýn ? góði vinur og lærumeistari mín, Debes Christiansen. Við takksemi minnist eg aftur á, tá Debes svaraði játtandi til fyrispurning frá faðir mínum, Absalon Berlin: um 15 ára gamli sonur hansara kundi sleppa við Grundick á Suðurlandið.
Grundick hevði tá verið á beding á Skála og fingið skift sín gamla motor út við tann nógv størri 90 hesta motorin, sum staðið hevði í Austerlitz. Hetta var í 1947,
Eg sigldi við Debes sum skipara hetta árið, og vit hava hildið sambandið við líka síðan tá, kanska mest nú á gamalsaldri Debesar, har eg koyrdi suður til Havnar av og til og hugdi inn á gólvið hjá honum. Hóast hann var fyri óhappi fyri nøkrum árum síðan ? varð ákoyrdur av bili ? so hevði hann strítt seg upp aftur á beinini. Altíð var tað áhugavert at vitja innar og fáa eitt prát um lívsins viðurskiftir. Hóast sín høga aldur, fylgdi Debes væl við í tí, sum fyrifórst.
Sum eftirmæli kann eg siga, at Debes var ein av teimum monnum, sum ikki helt áskoðanir sínar innan fyri. Av tí sama visti tú altíð, hvar tú hevði hann. Hann var ábyrgdarfullur og nærlagdur í verki sínum, bæði á sjógvi og landið.
Øll krígsárini sigldi hann við fiski frá Íslandi og Føroyum til Skotlands.
Sum reiðari og skipari vildi hann gera sítt ítarsta fyri, at bæði reiðarí og manning høvdu tað gott. Hetta kom eisini til sjóndar. Soleiðis var reíðarí hansara av fiskimannafelagsformanninum í síni tíð nevnt sum eitt framúr gott reiðarí at samstarva við.
Á landi vóru boð eftir hesum nærlagna manna. T. d. kann nevnast, at hann sat sum nevndarlimur í Føroya Banka í mong ár.
Eisini veit eg frá teimum, ið eg sigldi saman við, at hann var sera nógv avhildin sum skipari.
Partur av virksemi og virkisfýsni Debesar er væl lýst í bókini hjá Jógvan Arge, »Teir tóku land«, sum kom út í 1999.
Nú legði Debes so frá sær, mettur av døgum, 88 ára gamal.
Tankar mínir dvølja hjá tykkum í familju hansara, sum hava sagt farvæl við kæra faðir, verfaðir, abba og langabba tykkara, eins og hjá øðrum í slekt og vinaskara hansara.
Tíð okkara er avmáld. Debes var glaður fyri lívið og hann var so heppin, at tímaglas hansara hevði rættiliga stór mál.
Eg veit, at tit eiga nógv góð minnir eftir hann ? goymið tey nú so væl og livi víðari upp á tey.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um vin mín Debes Christiansen.
Pauli Mikkelsen