Nøvn og ítróttarúrslit á ólavsøku 1938

Fyri nøkrum døgum síðan høvdu vit hesa myndina í blaðnum, ið er tikin á ólavssøku 1938 í Dr. Jacobsensgøtu í Havn, har vit heittu á tey, sum kendust við fólkini á myndini, um at koma við røttu nøvnunum og øðrum upplýsingum.

Fólkini á myndini vóru Tummas Rubeksen, Viggo Lützen, Cornelius Reinert (á Fløtunum) Norðradalur, Símun Poulsen, Tummas Reinert (á Fløtunum), Norðradalur, Jóhs. Patursson, Kirkjubøur, Magnus Tórsheim, Leivur Hansen (Leivur hjá Trónda) og Mogens Lützen. Smágentan fremst á myndini er Hjørdis hjá Rosu (hjá Petur í Mattalág).

Vit hava eisini fingið onnur ítróttarúrslit hesa ólavsøkuna:

Kappróður
1. Havnarbáturin
2. Klaksvíkingur
3. Stangabáturin, Klaksvík

Svimjing
Willy Rasmussen
Ásmundur Olsen, Kollafjørður

Kappsvimjing

Harry Rubeksen og Finnur Helmsdal svumu kapp. Harry Rubeksen vann.

Nicodemus Rasmussen, Julian Egholm og Ole Guttesen svumu kapp. Nicodemus Rasmussen vann.

Síðan svumu tvær gentur, tær vóru: Esther Petersen ár Bergen og Esther Zachariassen úr Hvalvík.

Kappríðing
(menn)
1. Meinhardt Hansen
2. Jóhs. Olsen (Hvalvík)
3. Alex Samuelsen

(dreingir)
1. Viljormur Tórsheim

Fótbóltur
Ólavsøkuaftan: HB-KÍ 5-1
Ólavsøkudag: B36-TB 0-1