Nøvn

Altjóða móðurmálsdagin sluppu vit aftur at eita Aage, Jacob o.s.fr.!?

Eyðun á Borg


Við navnakvøðu

Altjóða móðurmálsdagur var 21. februar. Í einum álmanakka stóð móðirmálsdagur!
Júst hendan dagin bórust tíðindini frá landsins stýri, at vit nú helst hava loyvi til næstan alt á navnaøkinum!?
Eita dreingirnir Áki ella Jákup, so kunnu vit vist nú broyta nøvnini til Aage (Åge) ella Jacob, sum langabbarnir kanska vórðu noyddir at eita!?
Eita genturnar Durita ella Malan, so ber nú helst til at broyta nøvnini til Dorthe ella Malene, sum langommurnar kanska vórðu noyddar at eita!?
(Orsakið meg, tit, sum eita so!).
Eru hetta ikki víðsjónir? Fólkið aftur sloppið úr hafti!?
Væl tíðað, Jacob!
Til lukku, Føroyar, mítt land!
Á Borg á Argjum ingigerðardag 2007

E.S. Grætur tú, land mítt, í hesum víðsjónatíðum? Aftur eitt bakkast, sigur tú?