Jón Krosslá Poulsen harmaðist sjálvandi um, at tað ikki eydnaðist VB/Sumba at halda fast um leiðsluna, sum teir høvdu á Skála. Men fyrst og fremst fegnast hann um hugburðin, sum liðið hevur sýnt seinastu dystirnar.
- Lagið í hópinum er heilt víst munandi betri nú, enn tað hevur verið. Menn eru klárir til hvønn tann einasta dyst, og vit trúgva avgjørt, at vit kunnu bjarga tilveruni í deildini.
- Hesa ferð skuldu vit tó vunnið, tí vit raka stólpan einaferð, umframt at ein av OKKARA bjargar á strikuni hjá teimum, so talan skuldi helst verið um trý stig, heldur Jón.
Komandi leygardag hava tit heimadyst móti NSÍ. Er tað ein uppgáva, sum er til at lyfta?
- Á heimavølli á jóansøku ivist eg ikki í, at allir fara inn á vøllin at stríðast av øllum alvi. Og so er tað líkamikið, um tað er NSÍ ella onkur annars, sum vit spæla ímóti.