Nú vilja vit hava frið

?Vit hava verið ov linir hesi seinastu árini, men nú skulu lønirnar upp á eitt sømiligt støðið,sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum

Verkfall

?Nú skulu lønirnar hjá yvirmonnunum við skipunum hjá landinum fáast í rættlag. Tí nú skulu vit hava frið.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum ætlar sær ikki at lata sær hvat sum helst lynda, nú yvirmenninir á skipunum hjá landinum eru farnir í verkfall.
Á miðdegi hósdagin slitnaði semingsroyndirnar og sostatt eru yvirmenninir á strandfaraskipunum, á vaktarskipunum og á Magnusi Heinasyni, farnir í verkfall.
Hann sigur, at nú er tað komið hartil, at hýrurin umborð á skipunum er so vánaligur, at tað er ikki livandi umborð longur.
? Tað kemst av, at lønirnar hjá yvirmonnunum eru so lágar, at munurin niður til manningina annars, er alt ov lágur, samstundis ið lønin sum heild, er ov lág.
Annars heldur hann, at tað er nokk so langt ímillum partarnar.
? Vit hava kravt, at skiparin á vaktarskipunum skulu hava 30.000 krónur í løn frá 1. mars í ár og 31.712 krónur frá 1. mars komandi ár.
? Eftir semingsuppskotinum, sum vit vrakaður, skuldi hann fáa 28.528 krónur. Òsemjan er sostatt um munin har ímillum.
Viðvíkjandi Strandferðsluni, er støðan eitt sindur øðrvísi.
?Í seinastuni er ein stýrimaður afturat komin umborð á summi av skipunum. Vit hava kravt, at stýrimaðurin, sum er umborð, skal vera løntur á sama støði, sum nú, men tað nýggi stýrimaðurin skal vera hægri løntur, samstundis sum skiparin eisini skal hava hægri løn.
?Tað vil Fíggjarmálastýrið ikki góðtaka, men har eru vit yvirhøvur ikki til til at vika, sigur Ellintur Abrahamsen.
Samstundis ætla vit at útvega skiparunum á teimum smærru strandfaraskipunum upp.
?Men tað vil Fíggjarmálastýrið ikki góðtaka, uttan so, at tað verður tikið burturav samlaðu lønarútreiðslunum, tvs, at yvirmenninir á hinum bátunum skulu betala tað, men tað góðtaka vit als ikki, sigur Ellintur Abrahamsen.
Annars viðgongur hann, at støðan er eitt sindur fløkjaslig, tí í hesum samráðingunum hevur bæði verið tosað um sáttmálaløn, fastaløn og tænastumannaskipan, men so endaði tað við ongum.
Hann vísir annars aftur, at tey skulu hava kravt yvir 70% í løn.
? Tað vit gjørdu í fyrstuni, var at samráðast um ein sáttmála, har vit brúktu uppskotið hjá nevndini, ið Løgtingið setti at áseta lønina hjá monnunumm á Brimli, sum grundarlag.
? Men tað sleptu vit sum samráðingarnar gingu og hava ongantíð tikið tað framaftur.
Nú løgtingsval er í hondum, eru tit undir illgruna fyri at hava lagt serliga hart trýst á, fyri at fáa ein góðan sáttmálai vónini um, at Landsstýrismaðurin ikki skuldi tora at verkfall verður nú?
? Tað er ikki rætt. Okkara krøv eru heilt realistisk og hava onki við valið at gera. Vit kunnu ikki gera við, at valið er nú.
Tit hava eisini ført fram, at tit eru afturútsigldir í fleiri ár. Er tað realistiskt at krevja alt tað mista innaftur í einum?
? Eg kann gott taka á meg, at vit hava verið ov linir hini árini. Men tað hevur verið tí, at vit hava mett, at vit hava havt so vánalig kort á hondini og vit eru ongan veg komin. Men vit hava miðað ímóti, at vit skuldu fáa eina hækking, tá ið nýggj skip komu, og síðani hava vit latið okkum lynda at bíða til tað jendi.
?Tá ið so Teistin og Brimil komu, kom røringur í, men tá bar heldur onki til. Men tað skal enda nú, tí nú skal lønin í rættlag, sigur Ellintur Abrahamsen.
? Tað verður nógv tosað um, hvussu stór krøvini eru. Men tað verður onki tosa um, hvussu høg lønin er og tað er hetta, tað snýr seg um, leggur hann afturat.