Nú vilja íslendingar ikki upp í ES

Ein nýggj kanning vísir, at 59,8 prosent av íslendingum eru ímóti at senda umsókn til Bruxelles um limaskap í ES Kanningin, sum Fréttablaðið hevur gjørt, víkir sera nógv frá einari kanning í november, sum vísti, at tá vóru næstan 60 prosent fyri at søkja um ES-limaskap.

Tann nýggja kanningin vísir, at á bygd eru 68,5 prosent ímóti, at Ísland søkir um liasmap í ES, og at í Reykjavík og har um vegir eru 53,2 prosent ímóti.

Í kanningini sæst, at tað eru serliga veljarar hjá Sjálfstæðisflokkinum, Frjálslynda flokkinum og Vinstri-grønir, sum eru ímóti, at Ísland skal fara upop í ES.