Nú vil Tjóðveldisflokkurin aftur ræna meira pening

Veljarakanningin er ein útpurring til samgonguna sigur Høgni Hoydal. Men hann veit, at útpurringin kostar pengar, og tískil hevur hann longu nú biðið løgtingið um kr. 2.000.000,- eyka til sína loysingarætlan.

 

Trygvi F. Guttesen



Veljarakanningin er ein útpurring til samgonguna sigur Høgni Hoydal. Men hann veit, at útpurringin kostar pengar, og tískil hevur hann longu nú biðið løgtingið um kr. 2.000.000,- eyka til sína loysingarætlan.

Í uppskotinum er tilskilað, at hesin peningur skal sundurbýtast soleiðis, at meginparturin fellur til Tjóðveldisflokkin. Kr. 1.000.000,- skal býtast millum løgtingsflokkarnar í mun til stødd ? t. e. mest til samgonguna, men tó fær Tjóðveldisflokkurin størstu upphæddina.

Og hin milliónin skal býtast millum skrásettar áhugabólkar, sum eru fyri ella ímóti loysing, og sum er, er tað bert Tjóðveldisflokkurin, ið hevur slíkar áhugabólkar.


Eg purri út, og tit gjalda

Við hesum løgna uppskoti sigur Høgni Hoydal:

Eg havi skipað fyri eini útpurring, og hon kostar nógvar pengar, men kostnaðurin er ikki mín trupulleiki. Tit sum eru ímóti mínari ætlan skulu gjalda.

Býtið verður tískil eg ein stóran og tit ein lítlan og so aftur tit ein lítlan og eg ein stóran.

Dýr útpurring til eina manning, sum hevur sovið í trý ár, og serliga tá hugsað verður um, at sama manning longu hevur brúkt yvir 6 milliónir av skattapengum til endamálið, og serstakliga tá vit síggja úrslitið, sum er eitt ræðandi stríð og klandur bæði her heima og millum Føroyar og Danmark.

Hví kann andstøðan ikki fáa somu møguleikar sum samgongan, tá talan er um politiska upplýsing? Hví ikki luta eins nógv til samgongu og andstøðu so báðir bólkar, fyri einaferð skuld, hava sama útgangsstøði?

Hvat er endamálið við at geva andstøðuni slíka munnkurv?

Verður umrødda uppskot samtykt, kunnu vit bert ásanna, at einaveldið aftur er komið í gildi í Føroyum.