Tjóðveldi hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum, innanfyri 200 fjórðinga fiskimarkið.
Yvirtøkan skal fremjast 1. januar
Í dag eru tað íslendingar, sum umsita okkara loftrúm.
- Eftir at radarin á Sornfelli er sløktur, hava samráðingar verið millum íslendskar og danskar myndugleikar um nýggja tøkni og aðrar spurningar viðvíkjandi umsitingini av loftrúminum.
- Samstundis henda stórar broytingar í Evropasamveldinum, har nýggjar navigerings- og samskiftisskipanir skulu setast í verk, og har ætlanir eru um, at samskipa umsitingina av loftrúmunum hjá einstøku londunum í Evropa.
Tjóðveldi heldur, at tað er eingin orsøk til, at Føroyar lata Danmark gera avtalur við onnur um okkara loftrúm.
- Danmark tykist als ikki at hugsa um føroysk áhugamál ella at hava nakra ætlan fyri leikluti Føroya í teimum samráðingum og broytingum, ið fara fram.
- Danski ráðharrin við ábyrgd fyri økinum hevur higartil enn ikki kunnað upplýst, hvussu nógv flogfør fara gjøgnum føroyskt loftrúm árliga, ella hvat gjald tey lata.
Tí er ógjørligt at fáa neyvar og haldgóðar upplýsingar um, hvat fyriferst í føroyskum loftrúmi og trupult er at meta um, hvørji gjøld verða tikin og kunnu takast frá flogførum í føroyskum loftrúmi.
Tjóðveldið hevur útvegað sær upplýsingar til eina meting, ið sjálvsagt skal takast við størsta fyrvarni og fyrst og fremst skal lýsa, hvussu gjøld verða roknað út aðrastaðni.
- Vit hava sett talið av flogførum í føroyskum loftrúmi í mun til talið av flogførum í íslendskum loftrúmi og hava varilsiga mett, at 74.000 flogfør eru í føroyskum loftrúmi árliga.
Í Evropa er prísurin fyri hvørt flogfar 55-70 evrur, men ymisk flogfør rinda ymisk gjøld, men tilsamans verður talan um eina inntøku upp á slakar 200 milliónir um árið.
Sostatt kann staðfestast, at eingin trupulleika skuldi verið at fíggja okkara egnu loftrúmsumsiting við íløgum, arbeiðsplássum og tøkni.
Hetta eigur samstundis at vera týðandi fíggjargrundarlag undir íløgunum í framtíðarflogvøll í Føroyum og menninga av føroyskum førleikum á økinum, sigur Tjóðveldi.