Nú verður veðrið bara betri

Eitt stormlágtrýst norðan fyri Føroyar fer í dag í ein landsynning. Í nátt fer ein veikur hátrýstsryggur framvið úr vestri, men komandi dagarnar er talan ein sterkan streym av útsynningi og vestri umframt at brúgvaløg við regni og vindi fara framvið. Seinni í vikuni mennist eitt hátrýst í ein útsynning úr Íslandi og streymurin av útsynningi víkir fyri einum streymi úr norðri, við einstøkum ælum.

 

Í dag

Sum frá líður makar hann vindin niður í hvassan vind til storm av útnyrðingi, 15 til 20 m/s. Út á kvøldið makar hann vindin víðari niður í andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og vestri, 9 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og framvegis ælaveður, í kvøld færri æl. Hitin um 5 stig. Í nátt snarar hann í ein vestan og útsynning og øtlar aftur í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til15 m/s. Skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum fer í ein útsynning og sunnan. Um náttina øtlar hann vindin í strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið, men yvirhøvur turt, sum frá líður támut. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Mikudagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og suðri, 13 til 18 m/s, sum seinni makar niður í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, um kvøldið samdrigið, men okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s, sum øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og seinnapartin regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Fríggjadag

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, stundum upp í hvassan vind, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður, men seinnapartin slítur hann í. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Gamlaárskvøld

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, seinni snarar hann í ein norðan og øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum møguliga upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 2 og 6 stig.