Nú verður tað dýrari at koyra við hýruvogni

Auto hevur gjørt av at hækka gjaldið fyri Airport Shuttle úr 200 krónum og upp í 225 krónur fyri hvørt setur millum flogvøllin og høvuðsstaðin

 

Mánadagin 8. juli 2019 kemur nýggj reglugerð í gildi á flogvøllinum, har m.a. hýruvognar skulu rinda fyri at virka inni á økinum hjá Vága Floghavn.

At hýruvognarnir hjá Auto skulu gjalda til floghavnina hevur við sær, at hýruvognsfyritøkan Auto hækkar prísin fyri hvørt setur í regluligu koyringini millum flogvøllin og høvuðsstaðin.

Prísurin til og frá flogvøllinum hevur verið hin sami í fýra ár. Men nú Vága Floghavn áleggur hýruvognunum eitt gjald at virka á økinum, hevur nevndin í Auto gjørt av at hækka gjaldið fyri Airport Shuttle úr 200 krónum og upp í 225 krónur.

Príshækkanin hevur við sær, at frá 8. juli 2019 kostar eitt setur hjá Auto 225 krónur, sigur Auto í tíðindaskrivi.