Nú verður tað

Um stutta tíð letur nýtt fiskavirki upp í Skálavík

Sólrun H. Olsen


Fiskavirkið í Skálavík, Lido Seafood, ið fregnast hevur verið nógv eftir, verður nú eftir øllum at døma latið upp fyrsta dagin.

Striltið hevur verið við peningarligari fíggjan, og tí hevur arbeiðið ligið stilt eitt langt tíðarskeið, men tað skuldi alt verið fingið á rætta kós.

Arbeitt verður nú við fullari ferð, fyri at virkið skal standa klárt skjótast gjørligt, so fólk kann koma til arbeiðis, og farið verður undir at framleiða spennandi og annaðleiðis fiskavørur.

Tað verður sostætt ikki leingi, fyrr enn eksotisku fiskavørurnar úr Skálavík verða at síggja á marknaðinum.

Hetta er triðja fiska- ella flakavirkið í Sandoynni, so tað gongur framá. Fyri nøkrum fáum árum síðani, sá tað sera svart út við arbeiðsplássum í oynni, og fólkið mátti leita sær arbeiði aðrastaðni, og tí minkaði fólkatalið í Sandoynni sera nógv.