Nú verður Sjúkrakassagrunnurin stovnaður

Í komandi viku verður farið undir at stovna Sjúkrakassagrunnin. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, var avgjørdur á Løgtingi 27. februar, tá hann svaraði munnligum fyrispurningi frá Gunvør Balle tingkvinnu.

Gunvør Balle spurdi Karsten Hansen, hvussu arbeiðið við at stovnsseta Sjúkrakassagrunn Føroya gongur. Løgtingið samtykti í mai 2012, at avlopið av fænum úr sjúkrakøssunum, sum eru avtiknir, skal í ein grunn, sum skal brúkast til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum. Síðani hevur ikki verið nógv alment frammi um málið.

Karsten Hansen svaraði, at málið hevur gingið strilitið, ikki minst tí at mett verður, at samtyktin í Løgtinginum er brot á ta semju, sum Heilsumálaráðið og nevndirnar fyri sjúkrakassarnar høvdu gjørt. Karsten Hansen segði, at Heilsumálaráðið hevur rykt nevndirnar eftir svari, og at nýggju av tíggju nú hava svarað positivt. Nú hevur Heilsumálaráðið boðað frá, at seinasta freist at svara er í hesi vikuni. Farið verður undir at stovna grunnin í komandi viku.