Nú verður Sement aftur

20. mai verður árliga tónleikakappingin Sement aftur á skránni. Sement  er tónleikakapping, sum Margarinfabrikkin í Havn skipar fyri, og verður hildin á Reinsarínum í Havn. Bólkar og einstaklingar kappast um at gerast Føroya besti nýggi bólkur.


Hesuferð verður kappingin bert eitt kvøld. Higartil hava sjey bólkar meldað seg til kappingina, so enn er pláss fyri fleiri bólkum ella einstaklingum. Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum. Bólkurin skal í minsta lagi framføra tvey egin løg. Allar sjangrur eru loyvdar.

 

Sement letur teir ungu og nýggju bólkarnar fáa møguleika at standa á palli og framføra egnan tónleik, umframt at vísa seg fram fyri miðlum, festivalum og øðrum.

- Tónleikararnir fáa okkurt at venja fram ímóti og verða teir meira motiveraðir at gera egnan tónleik, at verða sæddir og fáa dirvið til at halda áfram við tí, teir gera, sigur Sement í tíðindaskrivi.

 

Hamferð, Guðrun og Bartal, Sleepless Ghost, Absent Silver King, Lyon & the Colourstorm, Konni Kass & Bluesette hava áður vunnið kappingina.

 

Vinningurin er tríggjar dagar í Studio Bloch við tøkningi. Vinninurin hevur virði á 17.000 kr.