Landsstýrið hevur seinastu dagarnar viðgjørt útgjaldið í sambandi við inntøkutrygd fiskimanna.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur, saman við samgonguni, tikið avgerð um, at inntøkutrygdin verður goldin út eftir vanligu mannagongdini. Sosatt fáa fiskimenn og útróðrarmenn nú tað inntøkutrygd, teir hava rætt til eftir lógini, sigur Jacob Vestergaard í tíðindaskrivi beint nú