Nú verður ljósið sløkt í søguríkastu húsum á Tvøroyri

Enn er óvist, hvussu framtíðin verður

Tað er nú greitt, at nú verða søguríkastu húsini á Tvøroyri lukkað. Tað er Pubbin og Seglloftið á Tvøroyri, sum nú lata aftur.

Pubbin er gamli handilin hjá Thomsen á Tvøroyri, og hann hevur verið opin síðani 1856, men hesi seinastu árini hevur hann verið pub.

Somuleiðis er Seglloftið rigga til og gjørt til veitsluhøli og fundarhøli. Men nú verður alt tað søga, tí nú lata húsini aftur.

Hesi seinastu árini er tað Poul Hansen í Havn, sum hevur átt húsini og tað eru arvingarnar eftir hann, sum nú hava gjørt av at lata aftur.

Dávur Restorff Hansen, hevur ongar viðmerkingar í løtuni, og tað hevur Anna Kirstin Thomsen, sum hevur rikið pubbina og Seglloftið, heldur ikki.

Sostatt letur Pubbin aftur nú fríggjadagin tá ið seinasti Fimmarin verður og seinastu tiltøkini á Seglloftinum verða á mentanarnáttini á Tvøroyri, 31. mai.

– Eg eri sjálvandi hørm um, at vit lata aftur, men gleðist um, at tað eydnaðist bróður mínum, og øðrum, at fáa bygningarnar, og fiskaplássið, friðað, sigur Anna Kirstin Thomsen á Facebook hjá Pubbini og Seglloftinum

Hon vónar sjálvandi, at virksemið heldur fram undir aðrari leiðslu, tí hesir bygningar eru upprunin til Tvøroyri, og her hevur altíð ýtt av lívi.

­– Fara teir nú at standa myrkir og tómir eftir 183 árum, hevði tað verið stórt spell, sigur Anna Kirstin Thomsen.

Annars hevur Rókur Tummasarson fingið søguligar lutir og skjøl hjá T.F.Thomsen í varðveitslu. Hann stendur fyri søgusavninum, sum er í Pakkhúsi 5.

Savnið og ungdómshúsið í Pakkhúsi 4 verða ikki ávirkað av avgerðini um at gevast. Seinasti bygningurin, Pakkhús 18, er latin bygdarsavninum á Tvøroyri.