Nú verður leingi at bíða eftir at fatur á lækna

Fólk skulu bara ringja til lækna tá ið tað er heilt átrokandi, siga kommunulæknarnir

 

 

Verfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum rakar eisini læknavaktina, sum er har, fólk ringja, tá ið tey hava brúk fyri lækna um kvøldið, um náttina, og um vikuskiftini.

Umframt ein kommunulækna, arbeiða eisini sjúkrarøktarfrøðingar í læknavaktini, men nú teir fara í verkfall, fer tænastan á læknavaktini at verða munandi skerd.

Men læknavaktin er eisini ein partur av tilbúgvingini í Føroyum, og tí skal læknin svara telefonini, tá ið fólk ringja í neyðstøðu, við lívshættisligari sjúku, ella skaða, soleiðis, at sjúkrabilur, ella tyrla kann fara eftir viðkomandi.

Vanliga fær vaktarlæknin hjálp frá sjúkrarøktarfrøðingum, men so leingi sjúkrarøktarfrøðingarnireru í verkfalli, verður møguleikin hjá fólki at koma í læknaviðtaluna til viðtalu, sera avmarkaður, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum.

Tá ið fólk ringja til læknavaktina, metir læknin um støðuna. Metir læknin, at tað verða neyðugt við nágreiniligari kanningum  fyri ein álvarsligan heilsutrupulleika, verður sjúkrabilur boðsendur, ella verður viðkomandi biðin um at fara á skaðastovu á sjúkrahúsunum til nærri kanning.   

– Kommunulæknafelagið noktar limum sínum at átaka sær verkfalsrakt arbeiði og tí verður ikki talan um at seta fleiri læknar í læknavaktina at taka telefonina.

Sostatt kann roknast við langari bíðitíð, og fólk, sum ikki hava átrokandi heilsutrupulleikar, eiga ikki at ringja á læknavaktina frá at ringja 

Kommunulæknafelagið vónar at stríðandi partarnir finna eina loysn sum skjótast, soleiðis at heilsuverkið aftur kann fáast at virka.