Nú fer tað at vera lættari at fáa teir røttu eykalutirnir til bilin. Tey, sum bíleggja eykalutir til bilin, skulu hava tunguna mitt í munninum, tí fyri at fáa rætta eykalutin, er tað neyðugt at vita akkurát, hvat bil, talan er um, bæði hvat sla, hvat modell, hvat árgangur, bilurin er, og so framvegis. Og tað eru ikki so fá, sum hava brent seg, tí tey koma at sita eftir við einum eykaluti, sum ikki passar, tí onkur lítil upplýsingur um bilin ikki var tann rætti.
Men nú verður alt hetta nógv lættari, tí nú fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at leggja uppskot fyri Løgtingið um hesi viðurskiftini. Eftir uppskotinum fáa tey, sum selja eykalutir, beinleiðis atgongd til talgildu akfarsskránna hjá Akstovuni. Tað merkir, at tað er bara at tøppa nummarplátuna á bilinum inn á telduna, so fáa tey allar teir upplýsingar, sum eru neyðugir fyri at finna tann rætta eykalutin.
Sum vit skrivaðu í gjárkvøldið, fara bensinstøðir sama møguleikan so at tað verður lættari at fáa fatur á bilførarum, sum fylla á tangan, men sum gloyma at rinda.
Les meiri um tað her: Nú verður lættari at finna bilførarar sum gloyma at gjalda
Hetta, at gera tað lættari at bíleggja eykalutir, hevur verið frammi í Løgtinginum áður. Í 2015 reisti táverandi løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, Kári P. Højgaard málið, tí hann vildi geva vanliga bileigaranum atgongd til talgilda atgongd til akfarsskránna, fyri at fáa allar tekniskar upplýsingar um bilin. Fingu tey tað, kundu tey soleiðis sjálvi bíleggja sær eykalutir á internetinum, uttan um tey, sum umboða eitt bilmerki, ella tey, sum selja eykalutir í Føroyum.
Men tað vann ikki frama tá, og tað er heldur ikki ein partur av uppskotinum, sum nú verður lagt fyri Løgtingið, tí tað verur ikki bara vanligi bileigarin, sum fær atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni, bara eykalutasølurnar.