Nú skal tað verða lættari a fáa skeinkiloyvi, tá ið serstøk tiltøk eru á skránni. Í øllum førum taka umboðini hjá samgonguni í vinnunevndini hjá Løgtinginum undir við at broyta lógina, soleiðis at tað, í ávísum førum, verður lættari at fáa skeinkiloyvi. Men endaliga greitt verður tað kortini ikki fyrr enn Løgtingið hevur atkvøtt um málið, og spurningurin er, um tað verður, áðrenn løgtingið fer í jólafrí, ella um tað verður beint aftan á
Poul Michelsen, landsstýrismaður hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta treytirnar fyri at reka matstovur og gistingarhús, og nú málið er til viðgerar í Vinnunevndini, er tað greitt, at umboðini fyri samgonguna, sum eru Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen, taka undir við uppskotinum.
Ein av broytingunum er, at nú skulu tað ikki bara vera tey, sum longu hava skeinkiloyvi, sum kunnu fáa loyvi at skeinkja, tá ið serstøk tiltøk eru. Tvs, at fólk, sum annars ikki hava skeinkiloyvi, kunnu fáa loyvi til at standa fyri skeinking, tá ið serlig tiltøk eru á skránni.
Her verður serliga hugsað um tiltøk sum útoyggjastevnur, bygdastevnur, og onnur tiltøk, sum ítróttafeløg, og onnur, skipa fyri. Men tann, sum fær slíkt loyvi, skal framvegis lúka allar treytir, sum Loyvisnevndin setir, og tey loyvini verða heldur ikki ókeypis
– Tað hevur stóran týdning, at hesar reglur verða umsitnar í samsvari við ein tálmandi rúsdrekkapolitikk, siga tey trý.
Meirilutin í nevndini, sum eru umboðini fyri andstøðuna, Jákup Mikkelsen, Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø og Jógvan Skorheim, vísa ikki málið frá sær longu nú, men teir siga, at teir taka støðu tá ið atkvøðast skal. tingsalinum.