Nú verður lættari at fáa fatur á føroyskum kjøti

Krøvini til at alt skal fara fram á løggildum virkjum og hjallum, verða nú linkað enn meiri

Nú fer at tað at vera lættari hjá bóndum at selja slaktið, og samstundis skal tað vera lættari hjá fólki at fáa fatur á slakti.

 

Nakað síðani varð matvørulógin broytt, soleiðis at krøvini um, at alt skuldu fara fram á løggildum virkjum, vórðu linkað. Men nú verða tey linkað enn meiri. Herfyri samtykti Løgtingið at linka reglurnar og nú fer Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, so at lýsa eina kunngerð, so at linkaðu krøvini kunnu verða sett í gildi.

 

Nú fer tað sostatt at eisini bera til hjá bóndum at slakta heima, og at selja kjøtið, og aðrar úrdráttir úr seyði, neytum og flogfenaði, ígjøgnum handlar og heilsølur. Tað merkir, at nú kunnu bóndur, sum selja sína framleiðslu til handlar og heilsølur, slakta heima, og brúka sín egna hjall at ræsa og at turka kjøt í, hóast Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki hevur góðkent umstøðurnar.

 

Tað fer eisini at bera til hjá teimum, sum framleiða matvørur burtur úr løggildum føroyskum ella løggildum útlendskum rávørum, at virka tær heima uttan at lúka krøvini í matvørulógini, og síðani at selja framleiðsluna ígjøgnum handlar og heilsølur.

 

Men hetta er bara ætlað til smærri framleiðarar, tí søla má ikki fara upp um eina millión.

 

Men tað stendur eisini í kunngerðini, sum er send avvarðandi pørtum til hoyringar, at tað stendur til framleiðaran at tryggja, at matvøran verður framleidd undir so góðum umstøðum sum møguligt, at hon er egnað til matna, og ikki er heilsuskaðilig at eta.