Nú verður tað ólógligt at sigla skjótt undir fuglabjørgunum í Nólsoy, Skúvoy, Mykines og í Mykineshólmi
Hetta eru Ramsarøki í Føroyum. Ramsarsáttmálin er ein altjóða sáttmáli um at verja serliga viðbrekna náttúru og Føroyar hava bundið seg til at flygja sáttmálanum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, fer nú at seta eina kunngerð í gildi har reglur verða settar fyri, hvussu skjótt bátar hava loyvi til at sigla undir fuglabjørgunum í hesum oyggjunum.
Í hesum sambandi verður tað nú bannað at sigla skjótari enn fimm fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi á ávísum økjum undir Nólsoy, undir Skúgvoy, undir Mykines og undir Mykineshólmi. Bannið er galdandi í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 15. august.
Samstundis verður tað heilt bannað at stima við vatnskutarar á hesum somu plássunum í tíðini frá 1. mai til 15. august.
Men lagt verður afturat, at hetta er ikki galdandi fyri skip, sum eru í fastari rutusigling til Nólsoyar, Skúvoyar og Mykinesar.
Og hetta er heldur ikki galdandi í neyðstøðum tá tað stendur um lív og heilsu, og tá ið skjót sigling annars er neyðug fyri at tryggja trygdina umborð á skipum og bátum.
Tann, sum brýtur reglurnar, fær bót.
Undir Nólsoy er forboðið galdandi á eystursíðuni, ímillum Boðan og Hásteinsgjógv og á vestursíðuni ímillum Neystanes og Reyðastíð.
Í Mykines og í Mykineshólmi er tað galdandi á allari suðursíðuni og á norðursíðuni er tað galdandi eystur til Drangan í Høvn.
Og í Skúgvoy er bannið galdandi undir allari oynni.
Tað er tó ein spurningur um hetta fær nakra ávirkan í summar, tí teir partar, sum hava áhuga í hesum, hava fingið uppskotið til kunngerð til hoyringar, og tey hava til 27. juni at svara. Tá ið freistin er farin, skal kunngerðin snikkast til og lýsast. Men so fær hon gildi dagin eftir at hon er kunngjørt.