Køld luft við vátaslettingi og kavaælum streymar inn yvir okkum av norðri. Eitt hátrýst sunnan fyri Ísland mennist og ein tilhoyrandi hátrýstsryggur breiðir seg upp yvir Føroyar og ger veðrið støðugari. Seint hósdagin kemur eitt veikt brúgvalag inn yvir Føroyar av vestri, áðrenn eitt sindur av lýggjari luft fylgir eftir av vestri. Um vikuskiftið kekmur aftur eitt brúgvalag inn yvir Føroyar og kaldari luft streymar aftur inn yvir okkum av útnyrðinig og norðri.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum út á nattina makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavaæl, men í nátt sum frá líður turt. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar í eitt lítið lot og lækkar í ein vestan, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt, men fyri tað mesta skýggjað og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. Um kvøldið øtlar hann vindin og út á náttina verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað og eitt skifti regn í støðum. Hitin millum 5 og 9 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sum frá líður támut og sirm av og á. Hitin millum 7 og 10 stig.
Leygardagin
Stívt andøvgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og támut og sirm, men út á dagin fyri tað mesta turt og tað klárar í. Hitin millum 5 og 10 stig.
Sunnudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum makar í lot til andøvsgul 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 4 og 8 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum um náttina fer yvir í vátasletting ella kava. Hitin millum 4 og 8 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.