Nú verður kríggj

Teir víðgongdu palestinsku felagsskapirnir lova at hevna ísraelska morðið á andaliga Hamas-leiðaran Ahmed Yassin. Tað var Ariel Sharon sjálvur, sum gav boð um at beina fyri tí gamla leiðaranum

? Teir, sum tóku avgerðina um at myrða Ahmed Yassin, hava skrivað undir deyðadómin hjá fleiri hundrað ísraelsmonnum, stóð í einari kunngerð, sum felagsskapurin Hamas sendi út í gjár.
Politiski formaðurin í Hamas, Abdel Aziz al-Rantissi, nú er bardagin byrjaður av álvara.
- Teir hava myrt profetar, og í dag hava teir myrt eina islamska fyrimynd. Tað er at senda Islam krígsavbjóðing, segði al-Rantissi.
Líknandi hóttanir komu frá øðrum palestinskum felagsskapum.
- Nú eru vit í kríggi ímóti Zions synum. Eyga fyri eyga og tonn fyri tonn. Hetta skal hevnast, segði felagsskapurin Al Aqsa-brigadurnar, sum legði ábyrgdina á ísraelska verjumálaráðharran, Shaul Mofaz.
Palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnir fordømdu alt fyri eitt morðið á Ahmed Yassin, og Ahmed Qurie, forsætisráðharri, segði, at tað, sum ísraelsmenn hava gjørt, er sera álvarssamt.
- Hetta álopið letur dyrnar upp fyri sonnum ruðuleika, segði Qurie.
Verri enn at myrða Arafat
Ísraelska útvarpið segði beint eftir álopið gjáramorgunin, at tað var Ariel Sharon, forsætisráðharri, sum persónliga hevði givið herinum boð um at beina fyri Ahmed Yassin.
- Hatta er ein vandamikil avgerð, sum kann hava við sær, at myndugleikarnir missa tamarhaldið á støðuni, sigur stjórin á norska friðargranskingarstovninum, Hilde Henriksen Waage.
- Ahmed Yassin var tann týdningarmesti andaligi leiðarin hjá palestinunum, og at at drepa hann er fyri nógvum palestinum eitt størri brotsverk enn at drepa Yasser Arafat. Hetta kann lættliga gerast dropin, sum fær bikarið at flóta yvir, sigur Hilde Henriksen Waage við NTB.
Sjálv heldur hon, at ísraelsku myndugleikarnir gjørdu av at beina fyri Yassin, áðrenn teir taka seg úr Gaza-geiranum, sum teir hava fráboðað. Tá ísraelsmenn tóku seg úr Libanon, bleiv tað roknað sum ein ósigur, og at Hamas hevði vunnið. Tað skuldi ikki endurtaka seg í Gaza, heldur Hilde Henriksen Waage.