Fleiri lágtrýst og brúgvaløg fara framvið Føroyum av útsynningi og vestri, við regni og vindi. Um vikuskiftið snarar hann vindin í ein norðan og kaldari luft streymar inn yvir Føroyar av norðri. Sunnudagin fer eitt lágtrýst fram við beint eystan fyri Føroyar.
Fyrrapartin í dag verður sól og okkurt ælið. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Seinnapartin øtlar hann vindin aftur í strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, og tað kemur regn úr vestri. Hitin millum 4 og 7 stig. Út á kvøldið snarar hann í ein útsynning og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s og tað klárar í vestanfyri. Leygarnáttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Klárt og hitin millum 1 og 5 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Tað verður skýggjað og seinnapartin regn ella ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig. Um náttina yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. Vindurin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s.
Páskadag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, sum snarar í ein útnyrðing, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum 3 og 6 stig. Um náttina makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt ælið, partvís vátaslettingur og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
2. páskadag verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar, men seinni skýggjað og hitin um dagin um 5 stig. Um náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, skýggjað, møguliga regn og vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 stig.
Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Um náttina verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Alt døgnið verður skýggjað og regn av og á og hitin millum 3 og 6 stig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul og snarar í ein útsynning og sunnan, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 6 stig.
Veðurforsøgnin frá yr.no er at finna her.