Næstu dagarnar er tað heilt stutt millum umførini í fremstu fótbóltsdeildini. 14. umfar verður í dag, og longu hóskvøldið 6. august verður 15. umfar. So verður friður fram til sunnudagin 16. august.
Í dag verður lyklauppgerð í toppinum millum HB og NSÍ, sum eru ávikavíst á fremsta og næstfremsta plássi, og tað verður lyklauppgerð í botninum, har AB, sum er næstaftast, fær vitjan av TB, sum er á áttanda plássi.
Hósdagin sær skráin soleiðis út: ÍF – NSÍ, Víkingur – HB, EB/Streymur – KÍ, B36 – TB og AB – Skála.
At bæði HB og B36 eiga heimavøll í dag ber við sær, at tað verður fótbóltur í høvuðsstaðnum frá klokkan 15 og fram til klokkan 20. Umframt HB og B36 eigur AB eisini heimavøll í dag.
14. umfar
Víkingur – EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 15.00
Skála – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
HB – NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00
B36 – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 18.00
AB – TB: Rani A. Skaalum kl. 17.00
| HB | 14 | 12 | 1 | 1 | 36 | 11 | 37 |
| NSÍ | 14 | 10 | 2 | 2 | 28 | 8 | 32 |
| KÍ | 14 | 10 | 2 | 2 | 36 | 17 | 32 |
| B36 | 14 | 10 | 1 | 3 | 43 | 19 | 31 |
| Víkingur | 13 | 6 | 2 | 5 | 23 | 20 | 20 |
| ÍF | 13 | 6 | 2 | 5 | 19 | 24 | 20 |
| EB/Streymur | 13 | 3 | 1 | 9 | 9 | 23 | 10 |
| TB | 13 | 1 | 3 | 9 | 8 | 20 | 6 |
| AB | 14 | 0 | 5 | 9 | 10 | 37 | 5 |
| Skála | 14 | 0 | 1 | 13 | 8 | 41 | 1 |










