Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá teimum í Mykinesi at fáa eina skipan, har tey sleppa undan at baksast við oljutunnur fyri at fáa varma í húsini.
Skipanin hevur verið tann, at olja til húsarhaldini verður førd til Mykinesar í tunnum, sum síðani skulu fraktast til hvørt hús í bygdini, og so skal oljan pumpast úr tunnunum í oljutangan.
Annars er støðan tann, at SEV hevur elverk í Mykinesi, og í tí sambandi hava tey eisini ein oljutanga.
Og í langsamiliga tíð hevur verið tosað um at fáa eina skipan, at húsini í Mykinesi kunnu fáa olju úr tanganum hjá SEV.
Men tað er ikki altíð at fólk ríða sama dag, sum tey saðlað, so tað er ikki fyrr enn í dag, at ein endalig avtala er gjørd um hesi viðurskiftini.
Ein spurningur, sum hevur tikið sína tíð at avgreiða, er, hvat av oljufeløgunum skulu vera við í skipanini
Í tí sambandi er avtala gjørd ímillum Magn, Sørvágs kommunu og Heilsu- og innlendismálaráðið um oljuflutning til Mykinesar.
Avtalan ber í sær, at hereftir fáa tey í Mykinesi olju úr tanganum hjá SEV. Sostatt verður tangi útvegaður, sum verður festur í ein traktor, ella ein sleipara, og hann verður so fyltur úr oljutanganum hjá SEV, og so koyrir hann oljuna í tangarnar í húsunum í Mykinesi.
Ein slík skipan er hevur eykaútreiðslur við sær, men Sirið Stenberg sigur, at ein partur av játtanini til útoyggjastuðul verður brúktur til hetta endamálið, og sostatt fáa tey í Mykinesi olju fyri sama prís, sum øll onnur í landinum.
– Tað hevur verið eitt stórt ynskið um at fáa eina slíka skipan í Mykinesi og tað er gott, at tað nú hevur eydnast, og eg vænti, at hetta verður ein stórur lætti fyri tey í gerandisdegnum, sigur landsstýriskvinnan.
Áður eru slíkar skipanir eisini gjørdar fyri aðrar útoyggjar. Men tað hevur tikið sína tíð. Nevnast kann til stuttleika, at tað eru trý ár síðani, at táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, væntaði, at málið fór at verða loyst um nakrar mánaðir.
Tað kanst tú lesa meiri um við at trýsta her: Næsta ár er bragdið hjá Kára P. Højgaard fullført