Eftir at arbeiðssteðgurin í fyrstu atløgu útsetti kappingina, verður stóra simultan-kappingin í bridge spæld nú leygardagin. Byrjað verður kl. 10.00.
Kappingin er tann størsta einstaka kappingin, ið Føroya Bridge Samband skipar fyri. Í fjørð luttóku áleið 120 spælarar, og tá gjørdust Bogi Simonsen og Jákup Hjaltalin vinnarar.
Kappingin er soleiðis skipað, at spælt verður kring alt landið um somu tíð.
Vinnarar verða fyrst funnir á teimum einkultu spælistøðinum, síðani verður ein samlaður vinnari funnin fyri alt landið.
Spælt verður í Klaksvík, Eysturoynni, Tvøroyri og í Havn.
Tilmelding á teimum ymsu spælistøðinum.