Nú verður Emma Mærsk tett

Kavarar eru nú í ferð við at tetta lekan á danska bingjuskipinum Emma Mærsk, sum fór at leka í teirri norðaru innsiglingini til Suez-veitina seinasta frígjadag. Tað verður gjørt við at sveisa eina fýra fermetrar stóra stálplátu á skrokkin.

Tað er staðfest, at lekin var við aðra síðuskrúvuna har afturi á skipinum, og tí hevur reiðaríið, Maersk Line, givið teimum sjey systirskipunum hjá Emma Mærsk boð um, at tey skulu ikki brúka tær skrúvurnar. Reiðaríið hevur kortini ongar ætlanir um at kanna tey skipini, sigur Michael Christian Storgaard hjá Mærsk Line við ShippingWatch.

Tá lekin er tettur á Emma Mærsk, verður sjógvuirin pumpaður úr skipinum, og tá fæst væntandi greiði á, hví skipið fór at leka, sigur hann.