Á býráðsfundi í kvøld er endaligt samtykt at byggja eldradepil í Kollafirði. Samtykt er at játta 2 mill komandi ár at fyrireika eldradepilin. Ein bygginevnd verður sett og ein byggiskrá og projektering skal gerast. Umframt tað, so skal býarskipanarnevndin ávísa hóskandi grundøki at byggja eldradepilin á.
Ætlanin er, at pláss skal vera fyri 24 – 30 fólkum á deplinum.
Í hesi verkætlanin verður eisini umframt lang- og stutttíðarpláss hugsað um eitt ávíst tal av røktaríbúðum og øðrum eldravinaligum íbúðum. Kommunan hevur fulla heimild at útvega hesar íbúðir til eldri fólk, og tað er hesin møguleiki, ið her verður gagnnýttur.
Hesar íbúðir verða innrættaðar soleiðis, at tær vera vinarligar at brúka hjá eldri fólki. Haraftur verður pláss fyri, at íbúðirnar kunnu hýsa hjúnum ella sambúgvum.
Tað er at fegnast og gleðast um, at ein spildurnýggjur og nýmótans eldradepil í næstum verður bygdur í Kollafirði. Her er talan um røktarheim við røktarbúpássum, stutttíðarplássum og atknýttum røktaríbúðum. Harafturat verður dagtilhald og góðar venjingarumstøður. Hetta verður eitt stórt framstig fyri okkara eldri borgarar.
Jákup Dam,
býráðslimur og valevni á lista E