Nú verður tað dýrari hjá nógvum at ferðast við tyrluni hjá Atlantsflogi. Tyrlan hjá Atlantsflogi flýgur í fastari rutuflúgving ímillum ymisk pláss í Føroyum og upprunaliga var endamálið at veita útoyggjafólki eina betri tænastu.
Men hesi seinastu árini, síðani ferðafólkastreymurin til Føroya tók dik á seg, hevur ein trupulleiki tikið seg upp, og tað er, at so nógv ferðafólk ferðast við tyrluni, at tað knípur mangan hjá teimum fastbúgvandi á útoyggj at fáa ferðaseðil tá ið tey hava brúk fyri tí.
Samstundis hevur verið ført fram, at ferðaseðilin við tyrluni er rættiliga bíligur, og tað er nógv bíligari at ferðast við tyrlu í Føroyum enn aðrastaðni. Tað verður sagt, at tað er ikki óvanligt, at útlendsk ferðafólk fara útferð við tyrluni og flúgva landið runt, tí tað er so bíligt.
Tí hevur verið tosað um, at broyta prísskipanina, so at tað verður dýrari hjá útlendingum at keypa ferðaseðil. Eitt sjónarmið hevur verið, at tað er eingin meining í, at landskassin skal veita fíggjarligan stuðul til útlendsk ferðafólk, so at tey kunnu ferðast bíliga kring landið í tyrlu.
Í Løgtinginum hendan dagin spurdi Brandur Sandoy, tingmaður fyri fólkaflokkin, landsstýrismannin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, hvussu gongur við arbeiðnum at seta eina nýggja prísskipan í verk.
Landsstýrismaðurin sigur, at í roynd og veru er arbeiðið liðugt, so nú er klárt at seta eina nýggja prísskipan í gildið fyri tyrluna.
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at nýggja prísskipanin er liðug, men hon skal endaliga góðkennast, og so verður hon sett í verk. Eitt nú skulu nýggju prísirnir umrøðast við politiska myndugleikan.
Tí vil stjórin heldur ikki siga nakað um nýggju prísirnar, men hann sigur, at endamálið er, at fastbúgvandi á útoyggj fáa ferðaseðilin rættiliga bíligan, men um tað verður bíligari enn nú, er ikki greitt. Samstundis skulu føroyingar, sum búgva aðrastaðni, rinda ein prís, sum er eitt sindur hægri. Men so verður eitt heilt fitt lop, tí útlendsk ferðafólk skulu so rinda ein prís, sum er nakað væl hægri.
– Endamálið við tyrluflúgvingini var, at tað skuldi vera ein tænasta til útoyggjafólk, sum sum gongdin hevur verið, har so nógv útlendsk ferðafólk eru farin at ferðast, er grundarlagið mestsum máað undan upprunaliga endamálini, sigur Hilmar Eliasen.
Hann vónar, at nýggja prísskipanin kann verða endaliga góðkend heilt skjótt so at tað eydnast at fáa hana setta í verk í summar.
Strandferðslan arbeiðir eisini við eini líknandi skipan fyri skipini og bussarnar. Meiri um tað seinni.