Nú verður dýrari at hava børn í Klaksvík

Gjøldini fyri at hava børn í ansing, verða hækkað, bæði næsta ár, og aftur í 2021

Nú verður tað dýrari hjá foreldrum í Klaksvík at hava børn í barnaansinging og í frítíðarskúla.

Býráðið hevur nevniliga gjørt av hækka gjøldini fyri at hava børn í ansing og í frítíðarskúla, og gjøldini verða hækkað bæði tann fyrsta l. januar í ár, og so aftur 1. januar í 2021.  

Í einum skrivi, sum foreldrini hava fingið, vísir býráðið á, lækkaði ansingar-gjøldini frá 2013 til 2017, men nú hava tey gjørt av at hækka tey aftur fyri at fylgja prísgongdini í samfelagnum.

Býráðið sigur í fráboðanini til foreldrini, at meirinntøkan fer beinleiðis til stovnarnar.

Í seinastu semjuni millum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er lønarvøksturin 2,75 prosent í 2019, 2,75 prosent í 2020 og 1,45 prosent í 2021. Tilsamans er sostatt talan um ein vøkstur upp á 6,95 prosent.

Tískil hevur býráðið samtykt at hækka foreldragjaldið  2,75 prosent tann 1. januar og aftur 1,45 prosent 1. januar 2021.

Talvan niðan fyri vísir, hvussu nógv tey ymsu gjøldini hækka um mánaðin

##med2##

 

Tann fyrsta januar 2021 verður eitt dagrøktarpláss og eitt vøggustovupláss sostatt 66 krónur dýrari um mánaðin enn tað er nú.

Eitt barnagarðspláss verður 48 krónur dýrari og eitt pláss í frítíðarskúla verður 45 krónur dýrari um mánaðin.

Men foreldur, ið hava fleiri børn á stovni, fáa 25 prosent í systkinaavsláttri.