Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar býráð endaliga at fara undir dýping út fyri Tinganesi. Articon hevði lægsta tilboðið og fer í gongd beinanvegin. Málið um at dýpa út fyri Tinganesi stavar frá einari umsókn frá Strandferðsluni í 2006.
Við í umsóknini eru frágreiðinar frá skiparunum á Smyrli og Norrönu sum greiða frá, at um dýpt verður, gerst munandi tryggari at koma inn í havnina og at leggja at.
Tað hevur kortini ikki verið bara sum at siga tað at føra hesa ætlanina út í lívið, tí alt Tinganes er friðað, og tí má verkætlanin gerast í samstarvi við Fornminnisfelagið.
Arbeiðið varð boðið út í innbodnari lisitatión millum J&K Petersen og Articon, sum vóru mett einastu byggifeløg, sum megnaðu uppgávuna.
Articon var munandi bíligari og fekk arbeiðið, men seinni kom fram, at nøgdirnar og økið, sum dýpast skuldi vóru størri enn upprunaliga mett. So aftrat uppruna tilboðnum á 3,65 milliónir krónur komu 1.529.000 krónur fyri eykaarbeiði, og tað merkir, at tilsamans við eftirliti, projektering og øðrum kostar dýpingin 5.849.000 krónur.
Farið verður undir arbeiðið beinanvegin, og tíðarmetingin sigur, at dýpingin skal verða liðugt í apríl komandi ár.