Start hevði eina keðiliga flogferð til Føroya mikudagin. Leiguflogfarið kom í nógvan turbulens, og spælararnir tóktist verða eitt sindur merktir av flogferðini, tá ið teir komu í land í Vágum.
- Ferðin var einki serlig. Eg haldi, at fleiri av spælarunum vóru ræddir, tí vit komu í nógvan turbulens, segði miðvallarspælarin Fredrik Strømstad eftir dystin á Svangaskarði mikudagin.
Og gleða tit tykkum til at fara á flog aftur í kvøld?
- Ja, í kvøld verður betur at flúgva. Tað er ikki so nógvur vindur, so tað verður eingin trupulleiki.