Nú verður bannað at lata olju leka á sjógv

Nú kemur nógv umstrídda kunngerðin, sum m.a. ger tað bannað at lata olju sleppa á sjógv, tá ið skip og bátar bunkra. Tað eru fimm ár síðani, at talan fyrstu ferð varð um at gera eina slíka kunngerð, men tað er ongantíð komið víðari.

Men málið varð drigið fram aftur í ljósið, eftir at Sosialurin fortaldi, at tað er ongin lóg, sum ger tað ólógligt at sleppa olju á sjógv, tá ið bunkrað verður og tessvegna vóru bæði Strandferðslan og førarin á einum tangabili fríkend, eftir at 2400 litrar av olju fóru á sjógv í Skopunar Havn av ósektni, einaferð Teistin bunkraði.

Og nú er komið so mikið áleiðis, at Annika Olsen, landssyriskvinna í innlendismálum hevur gjørt eitt uppskot til eina kunngerð um bunkring av skipum og um flutning av oljulast.

Kunngerðin setur krøv til veitarar og móttakarar av olju í føroyskum havnum umframt til tilbúgving í sambandi við slíkt virksemi.

Uppskotið er nú til hoyringar hjá ymsum pørtum, ið hava áhuga í málinum og

gongst eftir vild, kemur kunngerðin í gildi 3. mai.

Innlendismálaráðið hevur verið fyri hørðum atfinning, tí tað hevur drigið so leingi út at fáa kunngerðina.

Men Annika Olsen sigur, at tað er ikki rætt, tá ið Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, ákærir Innlendismálaráðið fyri at hava ligið á einari einfaldari kunngerð um bunkring í føroyskum havnum.

- Fyrsta uppskotið til kunngerð, sum varð gjørt í samráð við viðkomandi áhugabólkar, hevur ligið í ráðnum í drúgva tíð uttan at vera sett í gildi, men orsøkirnar til hetta eru fleiri. Eitt nú hevur ivamál verð um ábyrgdarbýtið millum oljuveitara og oljumóttakara, sigur landsstýriskvinnan.

- Innlendismálaráðið hevur síðani gjørt fleiri uppskot til betringar, og nú er seinasta kunngerðaruppskotið lagt Vinnumálaráðnum og Skipaeftirlitinum til viðmerkingar. - Kunngerðin fer at seta stór krøv til havnirnar kring landið, men nú

- Kommunusamskipan Føroya leingi hevur eftirlýst hesi kunngerð, verður hetta neyvan nakar trupulleiki, sigur Annika Olsen.