Nú verður aftur veðurlagsverkfall á Vaglinum í Havn

Kravið er at vit í Føroyum gera alt, sum vit eru ment, fyri at basa veðurlagsbroytingunum

Fríggjadagin verður aftur veðurlagsverkfall á Vaglinum í Havn.

Veðurlagsbroytingar vóru fleiri fríggjadagar fyrr í ár, men í summar hevur alt ligið stilt. Men nú verða tey so tikin upp aftur.

Hesa vikuna, ímillum 20. og 27. September, eru stór veðurlagsverkføll kring allan heimin og á øllum heimspørtum, eisini á Suðurpólinum.

– Startskotið var fríggjadagin, tá ið eini fýra milliónir børn, ung og vaksin vóru á gøtunum feiri staðni kring heimin og kravdu, at veðurlagskreppan verður loyst.
Hesar næstu dagarnar fara fleiri lond, bygdir og býir at leggjast aftrat, og fríggjadagin 27. september verður veðurlagsverkfall eisini í Føroyum.

Tað verður á Vaglinum í Havn klokkan 12 fríggjadagin og tað verður Tjóðhild Patursson, stjóri á Mat og Moldmentanarháskúlanum á Sandi, sum ber fram røðu, men annars verður orðið frítt.

Kravið hjá mótmælisfólkunum er, at veðurlagsbroytingarnar verða tiknar í álvara, at vit lurta eftir vísindunum og at Føroyar gera alt tað, vit eru ment fyri at basa veðurlagsbroytingunum.