Nú verður aftur dansað rúsfrítt

Í vár byrjaði foreldrabólkurin aftanfyri Kom og dansa fyri ung upp á dans í Platform. Her skuldu tey ungu fáa høvi at dansa í einum rús- og roykfríum umhvørvi

Fyri at bøta um vánaligu dansiumstøðurnar hjá ungum í Tórshavn, tók foreldrabólkurin aftanfyri Kom og dansa fyri ung stig til at skipa fyri dansikvøldið í Platform mánakvøld einaferð um mánaðan.
Dentur verður lagdur á, at hesin dansur er bæði rús- og roykfríur, so tey ungu sleppa at uppliva eitt rúsfrítt umhvørvi.
Hetta tilboðið er ætlað ungum millum 13 og 17 ár. Tað vil siga, at hetta er til teirra, ið ganga í 7.- 10. flokki ella fyrsta ári á miðnámsskúlunum.
Nú hevur summarfrítíðin júst verið, og tí hevur ongin dansur verið á skránni, men nú verður byrjað aftur í stórum stíli.
Mánadagin 2. september verður aftur dansað í Platform. Byrjað verður klokkan 19.30, og dansað verður í tveir tímar. Dansifrøi hevur eisini verið við fyri at leggja lag á.
Foreldrabólkurin hevur eisini skipað fyri dansiskeiði, har undirvíst hevur verið í rock ´n roll, linjudansi og øðrum, og er tónleikastílurin sera fjølbroyttur. Alt frá diskotektónleiki til rock ´n roll verður spælt.
Byrjað varð uppá hetta tiltakið í mars mánaða, og síðani var ANna Kirstin av Tvøroyri og undirvísti í Losjuni í apríl mánaða. Skipað var tá eisini fyri breakdansi við kapping.
Fyri at vera við kostar tað 40 krónur, og tá er eisini møgligt at keypa sær okkurt leskiligt. Lýst verður hvørja ferð dansað verður í bløðunum. Eisini eru uppsløg á skúlum og ymsa aðrastaðni í Havn.
Í heyst verður eisini vitjan av íslendingum, sum fara at koma til Føroya at dansa.
Um tú hevur hug at vera við í rús- og roykfríum umhvørvi saman við øðrum ungum á tínum aldri, er at leita á fjórðu hædd í Havnar Klubba, har Platform liggur. Mánakvøldið verður fyrsti dansurin aftaná summarsteðgin.