Nú verði eg neyðtikin

Eina náttina í oktober 2011 leyp ein maður á eina 21 ára gamla kvinnu og ætlaði at neyðtaka hana. Tað vóru sterkar kenslur upp á spæl, tá ið hon skuldi møta álopsmanninum aftur í rættinum mánadagin. Nú greiðir hon frá síni søgu, hvussu hon upplivdi álopið, hvussu bangin hon var aftan á, og hvussu hon fekk lagt tað ringasta, ein kvinna kann vera út fyri, aftur um seg

Tað var eina nátt í oktober 2011, at hon varð útsett fyri nærum tí ringasta, ein kvinna kann koma út fyri: Neyðtøkuroynd.
- Eg hevði sæð hann gingið nakað framman fyri meg, men hevði mist hann úr eygsjón. Tá eg so kom longur niðan eftr gøtuni, kom hann líkasum inn frá síðuni og spurdi, um hann kundi lána telefonina. Hetta játtaði eg. Hann stóð so og fonglaðist við telefonina, sum dugdi hann ikki at nýta hana, so eg bjóðaði mær til at hjálpa.
Tað sigur ein 22 ára gomul kvinna, sum vit hava valt at kalla Anna, ið er ein av fimm kvinnum og gentum, sum ein nú 20 ára gamal maður hevði roynt at neyðtikið.
- Knappliga og utta ávaring skumpaði hann meg um koll niður í eina lítla veit við síðuna av gøtuni. Hann stakk hondina inn um blusuna og byrjaði at føla upp á meg. Tað gingu nøkur sekund, áðrenn eg rættiliga fataði, hvat hendi. Tú hugsar altíð, at slíkt kann ikki henda fyri teg, og als ikki í Føroyum, sigur Anna.
Tað kendist sum ein ævinleiki fyri 22 ára gomlu kvinnuna, og allar smálutir minnist hon ikki aftur.
- Eg gjørdist ovfarin og hugsaði, um hetta var ein joke. Eg reageraði instinktivt og bardist ímóti av øllum alvi. Eg bað hann gevast, eg spurdi, hvat hann gjørdi og eg bannaði eftir honum, sigur Anna.
Tey eru onkusvegna rullað runt, tí knappliga lógu tey á gøtuni.
- Eg føldi tað, sum var hann alla tíðina oman á mær, og eg bað hann fleiri ferðir fara av mær og gevast. Einaferð sat hann oman á mær, og helt hendurnar hjá mær føstum. Eg fekk ikki flutt meg, eg fekk einki gjørt, og tá hugsaði eg: Nú verði eg neyðtikin, sigur Anna.

Í ørviti
Neyðtøkumaðurin royndi fleiri ferðir at fáa buksur og trussur niður um á kvinnuni, men tað eydnaðist henni hvørja ferð at fáa hálað alt upp aftur.
- Eg royndi at berjast alt, eg var ment. Eg hugsaði, at hann var jú ikki so stórur og sterkur, men tað hevur hann verið kortini, tí eg megnaði ongantíð at fáa hann av mær, hóast eg roytti hann í hárið og bað hann fara av mær, sigur Anna.
Einar tvær, tríggjar ferðir hevði neyðtøkumaðurin fingrarnar uppi í henni.
- Langt um leingi kom eg í tankar um at rópa um hjálp, og eg so gjørdi. Tá koyrdi hann hondina fyri munnin á mær, so eg fekk mold og grús í munnin. Men tað var eins og hann raknaði við tá, og umsíðir fór hann av mær, sigur Anna.
Hon kom á føtur, og rópti eftir honum, hvar telefonin var.
- Eg veit ikki hví, hetta var mín fyrsti tanki. Hann rætti telefonina fram ímóti mær og tók so hondina aftur. Hetta gjørdi hann nakrar ferðir, til eg fekk rykt telefonina til mín, sigur Anna.
Eftir hetta tók maðurin til beins oman móti SMS.
- Eg var sjálvandi skelkað, og klæðini vóru hultur til bultur, skitin og tvitin og full av mold og grúsi. Eg hugsaði, at tað var undarligt at hann ikki rann avstað beinanvegin, og eg var ovfarin aftaná, at eg ikki rann avstað, tá eg var sloppin leys. Men eg var so skelkað og ørkymlað, at eg kláraði ikki at hugsa klárt, sigur Anna.
Hon ringdi so til vinkonuna, hon hevði fylgst við og segði við hana, at onkur helst hevði roynt at neyðtikið hana.
- So í ørviti var eg tá, at eg var ikki vís í, hvat var hent. Eg skilti einki, sigur 22 ára gamla kvinnan.

Full av andsperru
Skelkað og ørkymlað vann hon upp hús og fekk vakt mammu sína og annars tey, ið inni vóru.
- Tey søgdu beinanvegin, at eg skuldi melda hendingina til politiið, men at byrja við vildi eg ikki. Eg kendi ikki mannin og dugdi ikki at greiða frá, hvussu hann sá út, so eg helt ikki, at eg kundi upplýsa nakað, sum politiið kundi brúka til nakað, sigur Anna.
Hon var til reiðar at sláa seg til tols við, at her var einki at gera við tað.
- Men tað endaði so við, at vit ringdu til politiið, og tað eri eg glað fyri í dag, tí annars hevði eg ikki verið komin hertil, sum eg eri komin nú, staðfestir Anna.
Hon vísti politinum á staðið, har hendingin var farin fram.
- Har lógu perlur frá einum armbandi, sum var slitnað undir hendingini, og eg hevði eisini mist báðar oyraringarnar, meðan eg stríddist við neyðtøkumannin, sigur Anna.
Hetta legði hon ikki til merkis, meðan hendingin fór fram, men heimkomin varnaðist hon, at hon hevði mist bæði oyraringar og armband.
- Eg minnist væl, hvussu tað píndi í kroppinum, tá eg vaknaði dagin eftir. Eg var full av andsperru um allan kroppin, og serliga í ørmunum, sum eg hevði stríðst móti neyðtøkumanninum, sigur Anna.
Hendingin hevði stóra ávirkan á kvinnuna, sum dagarnir aftan á var ógvuliga skelkað.
- Eg var bæði skelkað, men eisini óviss í, hvat veruliga var hent, og eg ivaðist ógvuliga nógv í mær sjálvum. Eg hevði so ilt við at minnast tað, og so kundi eg hugsa: Nei, tað hendi ikki, ella gjørdi tað veruliga? Eg mátti alla tíðina minna meg sjálva á, at tað var veruliga hent, sigur unga kvinnan.
Tað vóru prógv fyri tí, sum var hent, men kortini hevði hon ilt við at trúgva tí.
- Teir fyrstu dagarnar fór eg so ikki til arbeiðis, tí eg var rættiliga bangin fyri at síggja hendan mannin aftur. Eisini tí eg so illa mintist, hvussu hann sá út, og tí kundi eg risikera at møta honum, uttan at kenna hann aftur, sigur Anna.
Hon hugsaði eisini um, at møttust tey, fór hann so at kenna hana aftur, so hon var ógvuliga óviss og nervør fyrstu tíðina.

Nervøs og óviss
Tað var ein undarlig kensla, tá kvinnan nakrar dagar seinni gekk eftir somu gøtu.
- Tú minnist í smálutum, hvat hendi, men kortini er tað so trupult at fata tað, sigur Anna.
Hendingin hevur sett síni spor hjá 22 ára gomlu kvinnuni.
- Eg havi ikki gingið har aftur um náttina, og hendingin hevur havt ávirkan á, hvussu eg ferðist um kvøldarnar. Eg trúði aldrin, at hetta kundi henda, og slett ikki í Føroyum. Tað er nakað, tú hoyrir um, men ikki nakað, ið kann henda tær sjálvari, sigur Anna.
Ávirkanin var stór, serliga fyrstu tíðina eftir hendingina.
- Eg hugdi altíð væl rundan um meg, um eg fór ein túr í býin við vinfólkunum. Hugdi at vita, um eg mundi fara at síggja hann, men tað kortini so trupult, tí eg hevði so ringt við at síggja hann fyri mær, sigur 22 ára gamla kvinnan.
Tað var ringt, ikki at minnast, hvussu álopsmaðurin sá út.
- Tí gjørdist eg so nervøs og óviss í øllum. Politiið spurdi meg um, hvussu hann sá út og vísti mær myndir, men eg kláraði bara ikki at minnast, hvussu hann sá út, sigur Anna.
Hon hevur við tíðini lært seg at leggja hendingina aftur um bak, men tað blussaði alt upp aftur, tá rættarsakin kom fyri fyrst í vikuni.
- Tað knýtti seg í búkinum, tá brævið kom um at eg skuldi vitna í sakini móti manninum, og eg var ógvuliga nervøs fyri at møta honum í rættinum. Eg hevði ilt í búkinum og hjartað hamraði, meðan eg sat og bíðaði, og beint tá eg skuldi inn byrjaði eg at tára og fór í panikk. Eg segði við sakføraran hjá mær, at eg kláraði tað ikki, sigur Anna.
Sakførarin spurdi hana, um tað hjálpti, um ákærdi ikki var í rúminum, men í einum øðrum rúmi við síðina av.
- Tað hjálpti, men eg var framvegis ógvuliga nervøs. Eisini fyri at siga okkurt skeivt, og eg hugsaði, at um eg nú mintist okkurt skeivt, kundi tað ávirka lagnuna hjá einum øðrum persóni, sigur Anna.

»Closure«
Tað vóru sterkar kenslur upp á spæl, tá hon gekk móti hurðini inn í rættarsalin.
- Tað var sum at alt gjørdist ov nógv. Eg hugsaði, at nú skuldi eg inn at vitna og so situr hann har og eg skal síggja hann aftur. Tað føldist bara, sum tað bleiv for nógv, sigur 22 ára gamla kvinnan.
Hon heldur ikki, at hon hevði klárað at greitt nóg gjølla frá tí, ið henni hevði verið fyri, um ákærdi maðurin sat í rættarhølinum, bara tveir metrar frá henni.
- Eg trúði, at eg hevði fingið lagt hetta so mikið aftur um meg, at tað fór ikki at verða ein trupulleiki at møta upp í rættinum, men tað var langt frá so, sigur Anna.
Hon hugsaði eisini nógv um, hvat bleiv kravt av henni.
- Eg var ógvuliga nervøs fyri, hvat tey roknaðu við frá mær, men sakførarin hjá mær segði, at eg bara skuldi fara inn og greiða frá hendingini so sum eg mintist hana, sigur Anna.
Skipað var soleiðis fyri, at eingir áhoyrarar vóru í rættarsalinum, burtursæð frátveimum umboðum frá miðlunum.
- Tað dámdi mær illa framman undan, tí tað er jú eitt sárt evni at tosa um. Eg hevði vónað, at avhoyringin fór fram fyri afturlætnum hurðum, men eg var hinvegin glað fyri, at tað ikki sat ein fullur salur og lurtaði, sigur Anna.
Kvinnan gav sína frágreiðing, sum í nógvar mátar var meinlík teimum, sum hinar fýra kvinnurnar í málinum góvu. Men tá yvirstaðið var, kom eisini ein góð kensla.
- Tað var fantastiskt at koma út úr rættarsalinum og ganga út úr bygninginum. Tað var, sum ein stór byrða var tikin av herðunum, og eg fekk rættiliga anda aftur. Eg trúði ikki, at tað ávirkaði meg so nógv, men tað hevur alla tíðina ligið har. Nú er tað so yvirstaðið, og eg havi fingið »closure«, sigur Anna, sum nú endaliga kann leggja hendingina aftur um seg.

Hví?
Hendingin hevur sum nevnt sett síni spor.
- Alt tóktist mær so meiningsleyst. Eg hugsaði um, hví hann ikki royndi at fáa sínar egnu buksur niður um. Tað virkaði mær undarligt. Eg hugsaði, hvat hann kundi fáa burtur úr tí, hann gjørdi móti mær, sigur kvinnan.
Hon hevur eisini fingið sálarliga hjálp í eina tíð.
- Eg hugsaði ofta, hví tað skuldi henda mær? Og eg hugsaði um alt tað, sum eg ikki gjørdi. Hví sló eg hann ikki? Hví rópti eg ikki um hjálp beinanvegin, so kanska hann hevði hildið upp at nógv skjótari. Tað vóru so nógv ting sum man hugsar aftan á. Men sannleikin er, at tú hugsar ikki, tú ger bara alt pr. instinkt, sigur 21 ára gamla kvinnan.