- Nú verði eg avlamin

- Eg havi onga ryggverju, og nú verði eg avlamin, hugsaði 23 ára gamli
Tordur Sigurðsson, tá ið hann fór sendandi gjøgnum luftina við motorsúkklu sínari. Hann visti, at tey allarflestu, sum koma út fyri slíkum vanlukkum, gerast avlamin

- Havið respekt og takið í fullasta álvara tað, sum verður mælt til at brúka av útgerð til motorsúkklukoyring.
Tað eru ráðini, sum 23 ára gamli Tordur Sigurðsson í Klaksvík ynskir at bera víðari til øll, ið koyra á motorsúkklu.
Leygardagin 24. juni fór hann ein túr á motorsúkklu sínari, sum hann fekk fyri tveimum mánaðum síðani.
Súkklan er ein Yamaha YZF R6. Hon hevur 133 hestakreftir og kann koyra við einari ferð upp á 280 kilometur um tíman.
- Eg hevði leingi droymt um at keypa mær eina sportmotorsúkklu, so tað var spennandi, tá hon endiliga kom.
Síðani Tordur fekk súkkluna, hevur hann koyrt nógv, bæði einsamallur og saman við øðrum. Fleiri ferðir hevur hann koyrt saman við Norðoya MC-felag, sum nú hevur omanfyri 100 limir. Eisini hevur hann koyrt til arbeiðis við motorsúkkluni.
Henda dagin, ið kundi verið hansara seinasti, hendi tað, sum ikki mátti henda.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Lívshættislig vandastøða
Tordur kemur koyrandi heim móti Grønabóli og ger seg til at yvirhála. Komin fram um bilin sær hann, at ein annar bilur er komin út í vinstru breytina.
Ov seint er, og hann fær ikki stundir at bremsa ella sleppa sær undan, men rennir upp í bilin. Bæði hann og súkklan bólta upp um bilin og fara skreiðandi eitt langt strekki eftir vegnum.
 - Nú verði eg avlamin, hugsaði eg, meðan eg fór sendandi upp um bilin. Eg visti, at fá, sum koma út fyri sovorðnum, sleppa undan at gerast avlamin.
Tá avtornar, liggur hann undir súkkluni. Bensin rennur úr súkkluni, niður á draktina - og nú er eldur í bæði súkkluni og Tordi.
Fólk, sum eru nærhendis, bera skjótt at og renna til. Tey fáa dreingin burtur, og til alla Guds lukku fáa tey bast eldinum.
Tey ivaðust ikki í, at drongurin var deyður.
Men so skuldi ikki verða.
Tordur kom frá vanlukkuni við lívinum, og hóast hann hevur brotið tríggjar ryggjargeislar, so kann ikki sigast annað enn, at hann slapp ótrúliga væl. 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ryggverja skuldi verið krav
Tordur hevði keypt klæðir og útgerð fyri 12.000 krónur, men manglaði ryggverjuna.
Bert fá kvøld frammanundan høvdu hann og aðrir sitið og tosað um, hvussu neyðugt tað er við ryggverju.
- Hví eg ikki hevði keypt ryggverjuna, veit eg ikki. Alt tað, sum sæst uttan á, sum drakt, hjálmur, handskar og stivlar, hevði eg í góðum kvaliteti.
Innbygt í motorsúkkluklæðir eru verjur á akslum, knøum og albogum, men ryggverja er lítil og eingin.
- Ryggverja  kostar bara um 1000 krónur. Tað er lítið í mun til tað, ið alt hitt kostaði, sum eg spanderaði upp á súkklu og útgerð. Tí skilji eg ikki, at tey, sum selja motorsúkklur og klæðir, ikki ráða fólki til at keypa ryggverju eisini.
Tordur heldur eisini, at ryggverja skuldi verið kravd við lóg, eins og hjálmurin er.
Hevur tú ikki hjálm og kemur út fyri at verða slongdur av súkkluni, so skalt tú rokna við at doyggja. Og hevur tú ikki ryggverju, skalt tú vera ógvuliga heppin, um tú sleppur undan avlamni.
Tordur var heppin  og tað er eitt Guds undur, at hann slapp so væl frá hesum álvarsama óhappi.
Ráðini hjá Tordi til teirra, sum dáma væl nógva ferð er, at tey skulu keypa sær eina vanliga motorsúkklu.
- Ein sportsúkkla, sum tann hjá mær, er gjørd til nógva ferð. Bara tú nertir speedaran, so skríggjar hon eftir meira. At hava eina sovorðna súkklu, tá tað ikki er loyvt at koyra meira enn 80 km/t, er jú ikki nøkur meining í. Tað er í hvussu er nakað, sum eg havi funnið útav nú.
Tordur Sigurðsson sigur, at hann fullkomiliga hevur broytt hugburð til motorsúkklur og motorsúkklukoyring.
- Um eg nakrantíð aftur skal hava eina motorsúkklu, so skal tað verða ein Harley-Davidson, sum er gjørd til vanliga koyring.
- Men eg eri bangin fyri, at eg havi fingið skrekk og ongantíð fari at tora at koyra aftur.
 
 
Fyri tann, sum koyrir á motorsúkklu, er sera umráðandi, at útbúnaðurin er á hægsta støði, hvat dygd viðvíkur.
Vit prenta her nøkur góð ráð frá Búgva Apol, verkfrøðingi, sum er deildarleiðari á Sýnsdeildini hjá Akstovuni. Hann skrivar millum annað:<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Ryggverja
Innbygt í motorsúkkluklæðir eru verjur á akslum, knøum og albogum, men ryggverja er lítil og eingin. Tí er neyðugt at keypa ryggverjuna eyka. Harðar verjur eru tryggari enn tær bleytu, ið til dømis kunnu vera av skúmgummi. Tí er best, at ryggverjan hevur verjustykkir úr hørðum plastikki ella líknandi.
Heilhjálmurin er tryggast
Vanliga eru teir bíligu hjálmarnir gjørdir úr termoplasti og teir dýraru eru úr trevjutilfari.
Fyrimunurin við fipurstyrktum plasti er, at hetta ikki kann brotna í fleiri partar. Sjálvt um brot kemur á skalið, vil hetta altíð hanga saman í trevjunum. Tí má hetta tilfar roknast fyri at vera tryggari enn termoplasti. Eisini eru trevju-hjálmarnir, serstakliga kolfipur, oftast lættari enn termoplasthjálmarnir.
Hetta skal tó ikki skiljast sum, at termoplast-hjálmurin ikki er tryggur.
Allir hjálmar, ið eru á marknaðinum í dag, skulu nevniliga vera góðkendir eftir ávísum trygdarreglum. Fyri at fáa góðkenning skulu teir ígjøgnum fleiri ymiskar royndir fyri at kanna, um teir eru nóg tryggir.
Tað er týdningarmikið, at hjálmurin situr væl á høvdinum. Hann má hvørki vera ov leysur ella ov fastur, men sita so passaliga, at tú ikki fært ampa av honum.
At keypa hjálm, kann næstan samanberast við at keypa skógvar.
Tað ger tí einki, um hjálmurin er eitt sindur trongur, tá hann er nýggjur. Við tíðini lagar hann seg til høvuðskapið, og tá má hann ikki gerast ov víður.
Samanumtikið kann sigast, at bæði viðvíkjandi trygd og hentleika er best at keypa útbúnað av tí dýrara slagnum til motorsúkklu koyring.
 
Kelda: www.akstovan.fo
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$